Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er eina góða viku gomul og er ein av seinastu myndunum, Janus tók. Fjøllini síggja ikki soleiðis út í dag. Kavin er vekk. Velji allíkavæl at brúka hana til hesa greinina í stórum takksemi til Janus fyri lán av nógvum góðum myndum til greinir á Norðslýsinum seinastu árini. Hann tók nógvar góðar myndir hvønn dag, og eg bað hann hvørja ferð um loyvi at brúka tær - bæði til Norðlýsið og sjónvarpið. Hann segði altíð ja. Hvíl í friði, Janus. | Mynd: Janus Hansen, sáli.

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.01.2025 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstið, sum kom við illveðrinum í nátt og í morgun, er farið sín veg norðureftir og fer ikki at gera meira um seg í Føroyum.

Ístaðin fer eitt annað lágtrýst at liggja nakað vestan fyri Føroyar í vikuskiftinum, og brúgvaløg haðani fara framvið í kvøld og í nátt. Hann fer fyri tað mesta at liggja av ættunum millum útsynning og landsynning.

So yvirhøvur fáa vit gráliga luft og bert fáar løtur við turrveðri og nokkso lýtt, tá ið hugsað verður um árstíðina.

Taka vit veðrið meira detaljerað, so minkar vindurin seinnapartin niður í lítið lot sunnaneftir, minni enn 5 m/s, loftið er skýggjað og okkurt ælið í støðum. Í kvøld gongur hann eysturum til landsynning og veksur vindin upp í 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Í nátt gongur hann vesturum aftur til útsynning og veksur upp í 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s, samdrigið og regn. Hitin fer at liggja millum 6 og 11 stig.

Í morgin eru 10 til 15 m/s av útsynningi, í støðum upp í 18 m/s, skýggjað, ælaveður og í støðum tám. Seinnapartin minkar vindurin eitt sindur, men í støðum framvegis upp í 10 til 15 m/s av útsynningi, skýggjað og sum frálíður regn. Út á kvøldið minkar vindurin niður um 8 m/s, skýggjað og regn. Um náttina veksur vindurin eystan- og norðanfyri, meðan sunnanfyri gongur hann eysturum til landsynning, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælveður. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.

Sunnudagin 5 til 10 m/s eystan og av landsynningi, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið fer hann niður í landsynning. Hitin millum 5 og 8 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…