Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: CNN

Veðrið í dag handan hav

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.01.2025 - 08:30 Tíðindi Veðrið

Í dag er 20. Januar, og Donald Trump verður tikin í eið sum forseti í USA fyri aðru ferð. Hátíðarhaldið hevur næstan altíð verið hildið uttandura, men í ár hava tey gjørt av, at tað skal vera innandura. Hetta er fyrstu ferð síðan 1985, tá ið Ronald Reagan skuldi takast í eið fyri aðru ferð – tað var eisini kaldasti dagur, sum er máldur 20. januar í Washington DC, minus 19 stig.

Líkasum í Føroyum er hávetur í Washington DC, samveldishøvuðstaðnum í USA. Føroyar eru nakað væl longur norði enn hasin parturin av USA. Washington DC er líka – ella næstan líka – langt suðuri sum Athen, Rom og Madrid, men hóast tað kann vera kalt – nógv kaldari enn í Føroyum. Har er meginlandsveðurlag, har sum stórur munur er á hitalagnum á sumri og vetri. Í Føroyum er maritimt veðurlag og tí lítil munur hitalagnum summar og vetur.

Tað er so at siga altíð kalt norðalaga í USA um veturin, og seinastu dagarnar hevur kuldin flutt seg suðureftir ímóti m.a. Washington DC. Veðurfrøðingar hava fyri fleiri vikum síðan roknað seg fram til, at temperatururin har fer liggja nakað væl undir frostmarkinum í dag, og hjá teimum sum skulu sita still, meðan hátíðarhaldið er, kemur tað helst væl við, at tey sleppa inn at sita.

Fyrstu ferð vit í Føroyum í sjónvarpi (ein dag seinkað) sóu forsetan í USA verða tiknan í eið, var í 1981. Veðrið var tí besta, og vit sóu á balkongini uttan fyri Capitol eisini frafarandi forseta, Jimmy Carter. Hann var sjálvandi við til hátíðarhaldið, sum hann átti. Honum undir lið stóð Walter Mondale, fráfarandi varaforseti, sum stillaði upp ímóti Ronald Reagan 4 ár seinni men fekk tann størsta ósigurin til nakað forsetaval Í USA.

Í Føroyum eru mong, sum hava stóran áhuga í amerikanskum politikki. Nógv fara óiva at fylgja við í sjónvarpinum. Fyrstu ferð vit sóu hetta í sjónvarpið í Føroyum, var í 1981. Tá varð Ronald Reagan tikin í eið til fyrra forsetaskeið sítt. Tá sóu vit tað ikki beinleiðis, men dagin eftir.

Men aftur til veðrið.

Havi hugt eitt sindur eftir, hvussu veðrið plagar at vera, tá ið amerikanarar skifta forseta.

Her eru nøkur tøl at hugna sær við:

  • Hitin liggur vanliga millum 2 kuldastig og 6 hitastig.
  • Heitasti dagurin var í 1951. Tá vóru 21 stig. Kaldasti dagurin var í 1985. Tá vóru minus 19 stig.
  • Í miðal er veðrið soleiðis á middegi: eitt lítið lot, 4-5 m/s, smáskýggjað og 3 hitastig. Lotið fær fólk at merkja tempraturin à minus 1 stig (wind-chill).
  • Triðjuhvørja ferð hevur tað regnað hendan dagin, og sættuhvørja ferð hevur tað regnað løtuna, hátíðarhaldið hevur verið.
  • Tá ið tað kemur til kava, so hava flykrur dalað av himli 10. hvørja ferð onkra løtu hendan dagin, men bert 20. hvørja ferð løtuna, hátíðarhaldið er.

Viðhvørt hevur tað verið dramatiskt – her eru nøkur dømi:

Í 1841 var tað William Henry Harrison, sum skuldi takast í eið. Tað var sera kalt hendan dagin og kavi. Hann helt eina langa talu, sum tók 1 tíma og 40 minuttir. Aftaná fór hann á hestbaki til hvítu húsini uttan húgvu á høvdinum ella heitan frakka. Hann fekk krim, sum bleiv til lungnabruna, og hann doyði ein mánað seinni. Hann er av somu grund tann forsetin, sum hevur sitið stytst - higartil.

Í 1853 varð Franklin Pierce tikin í eið, og tað var kalt og kavi. Tað lá eitt sindur av kava um morgunin, og so fór at kava meir út á fyrrapartin. Nógv fólk rýmdi til endans av staðnum, og skrúðgongan varð avlýst. Kona fráfarandi forsetan, hon æt Abigail Fillmore, fekk lungnabruna og doyði ein mánað seinni.

Ringasta veðrið var í 1909, tá ið William Taft skuldi takast í eið. Hátíðarhaldi var innandura, tí tað var nógvur vindur og tjúkkur kavi. Tað hevði verið illveður við vindi og kava síðan dagin fyri. Trø og telefonsteyrar og koppaðu, og tok avlýstu allar fráferðir. Jarnbreytin í stórum parti av eysturstrondini var undirkavað. Fleiri 1000tals menn við 500 vognum vóru til arbeiðis alla náttina at lempa kava og sand, soleiðis at tað bar til at hava skrúðgongu. Hóast alt hetta, so vóru nógv fólk komin saman til hátíðarhaldið. Men – sum nevnt omanfyri – so varð tað flutt innandura. Stutt eftir, at hátíðarhaldið var liðugt, sleit í.

Hvussu verður í dag, fáa vit at síggja um eina løtu....

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Granskingarverkætlan um barna­krabba í Fø…
Kjarnorka kann bjarga Europa bæði so og…
Veðrið í dag handan hav
Tøkk - Gudny Marita Samson
Sparing á knappar 200 milliónir krónu…
Dani vann Janus Open
Opið bræv til lands­týriskvinnuna í Alman…
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Veðrið í vikuni
Nýggjur Havnarbátur er mannaður
Íslendingur á odda á Eiði
Møtirøð um evnið útveljing – í Betesda k…
KÍ kvinnur­nar venja hart
Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Før…
Talvkapping á Eiði spreingir mørk
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Myndarøð: KÍ-NSÍ spældu 1-1 í fyrsta ven…
Stuttleika kapping og hugni
Elmarknaðu­rin verður ikki ein samhaldsfø…
SEV: Sel óbrúkta streymin til skipini