Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tricastin-kjarnorkuverkið í Fraklandi, sum helst má metast millum fremstu lond í Europa, tá tað kemur til kjarnorku. Men sjálvt har eru kjarnorkuverkini við at eldast, og hetta er frá 1980-1981. Nú hómast tó framstig innan europeiska kjarnorku í formi av smáum modulérum reaktorum. | Mynd: DR/Ritzau Scanpix

Kjarnorka kann bjarga Europa bæði so og so

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2025 - 11:00 Leiðarin

Kina, Russland, Egyptaland og India buldra fram, tá tað kemur til kjarnorku, meðan Europa, sum søguliga hevur verið frammaliga í skónum á kjarnorkuøkinum, ikki hevur gjørt tað stóra við kjarnorku í nýggjari tíð. Kina væntast at verða førandi kjarnorku-tjóðin um bert 5 ár. Frakland er tó eitt undantak, og har kemur tað mesta av elframleiðsluni frá kjarnorku. Men glottar eru nú at hóma í Europa og ikki minst í Danmark.

 

 

Tað er ongin loyna, at Europa hevur upplivað ein ávísan illvilja ímóti kjarnorku gjøgnum tíðirnar. Til dømis spøkir Tjernobyl framvegis í hugaheiminum hjá summum, og í nýggjari tíð var tað niðurbræðingin av kjarnorkuverkinum í Fukushima, sum fekk Týskland til at sløkkja síni kjarnorkuverk. Og enn eru ivamál um, hvat skal gerast við kjarnorkuburturkastið frá virkjunum. Hartil kemur, at kjarnorkuverkini eru dýr og krevja stórar íløgur.

Men sum nevnt í undiryvirskriftini eru glottar at hóma. Í Danmark eru tey farin at hugsa um smærri kjarnorkuverk, sonevnd SMR (small modular reactors, á donskum små modulære reaktorer). Tað er enn í byrjanarfasuni, men Novo Nordisk-grunnurin hevur longu givið fleiri milliónir til útbúgving og gransking innan kjarnorkualisfrøði ella kjarnufysikk.

Tílíkir smáir reaktorar kunnu kosta so lítið sum eina milliard hvør og eru í bingjustødd, og íleggjarar kunnu síggja fram til veitingartrygd og møguleika fyri at selja avlopshita frá reaktorunum. Og so tekur tað nógv styttri tíð at fáa ein tílíkan reaktor upp at koyra. Fyri tey stóru kjarnorkuverkini ger tað seg galdandi, at tað tekur millum 15 og 20 ár frá tí, at avgerðin um at byggja tey, er tikin, og til tey byrja at framleiða streym.

Ein annar fyrimunur við smáu reaktorunum er, at tey kunnu hópframleiðast. Lars Rebien Sørensen, sum er nevndarformaður í Novo Nordisk-grunninum, sigur, at hann ímyndar sær, at teir kunnu hópframleiðast við standardsniðgávu eins og skip, og at tey tá kunnu framleiðast í túsundatali. The International Energy Agency, altjóða orkuumboðið, stytt IEA, væntar, at tey fyrstu SMR’ini fara at verða tikin í nýtslu í 2030’unum.

Og so koma vit til yvirskriftina: At taka tílík smá kjarnorkuverk í nýtslu er eitt gott hugskot, sum kann viðvirka til grøna orkuskiftið. Kjarnorka hevur ikki eitt serliga stórt kolevnisfótaspor (carbon footprint), og kann minka nógv um tørvin á fossilari orku. Hartil kemur veitingartrygdin, sum fer at geva londum og økjum við kjarnorku ein stóran fyrimun, hvat viðvíkir ófriði í heiminum:

Vit hava nevniliga sæð fleiri dømi um avkvettar káplar, sum kunnu leggja heil lond og landaøki í ”oyði”, t.v.s. uttan streymveiting, sigur Lars Rebien Sørensen. Her hevði tað verið ein fyrimunur at havt mong SMR kring um í heiminum, soleiðis at orkan verður framleidd á staðnum og ikki skal ígjøgnum káplar millum lond.  

Samanumtikið tykist tað, sum um kjarnorka er ring at sleppa uttan um, bæði tá tað verður hugsað um at sleppa av við lívrunnar orkukeldur, og tá ið hugsað verður um veitingartrygd, ikki minst við atliti at tí ófriði, sum merkir heimin í dag.

Kelda og víðari lesnaður: https://www.dr.dk/nyheder/viden/klima/atomkraft-er-ved-goere-comeback-men-ikke-i-europa

Lýsing
Seinastu tíðindini
48 tímar filmskappingin 2025 – Ein Sann…
Nevndin fyri Mentan­argrunn Landsins vald…
Ráðgevara­sáttmáli undirskrivaður við Hen…
Dansitíð
Granskingarverkætlan um barna­krabba í Fø…
Kjarnorka kann bjarga Europa bæði so og…
Veðrið í dag handan hav
Tøkk - Gudny Marita Samson
Sparing á knappar 200 milliónir krónu…
Dani vann Janus Open
Opið bræv til lands­týriskvinnuna í Alman…
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Veðrið í vikuni
Nýggjur Havnarbátur er mannaður
Íslendingur á odda á Eiði
Møtirøð um evnið útveljing – í Betesda k…
KÍ kvinnur­nar venja hart
Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Før…
Talvkapping á Eiði spreingir mørk
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB