Tankar um skúlan og um broytingar í skúlanum
Síðani eg bleiv skúlastjóri er týskt avtikið og sett inn aftur. Samfelagsfrøði er komið afturat. Skúlaárið er stytt eina viku, og vit hava fingið vetrarfrí. Morgunsangurin er settur inn sum krav. Allar hesar broytingar eru framdar av skiftandi landstýrisfólkum, sum vilja seta sítt fingramerki á skúlan
Landsstýrið hevur í hesum døgum lagt uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini.
Broytingaruppskotið hevur rót í einum uppriti frá einum arbeiðsbólki; einum arbeiðsbólki umboðandi allar áhugabólkar fólkaskúlans. Arbeiðsbólkurin hevur havt ein politiskan fylgibólk umboðandi allar flokkar á tingi. Politiski fylgibólkurin tekur í høvuðsheitinum undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum.
Í stuttum so snýr broytingaruppskotið seg um at geva skúlunum heimild at umskipa skúladagin. Eitt dømi um ein broyting er at lærugreinabýti í hádeildin framyvir er :
- Hetta hevur við sær, at skúlar við hádeild fáa næmingar av bygd í 7. flokki. Harvið hava allir næmingar í hádeildunum í ymisku skúlunum verið gjøgnum somu læring, við somu lærarum, á sama stað.
- Tað at lærugreinarnar við hesum verða bólkaðar gevur eisini okkum sum leiðslur møguleikan at skipa okkara skúladag eftir tørvinum á júst okkara skúla, hjá just okkara næmingum.
- Hetta hevur eisini styttri skúladag við sær. Vit síggja í dag alt fleiri næmingar, sum ikki orka langa skúladagin
Eg eri skúlastjóri í Vági og havi verið tað tey seinastu 9 árini. Tá man kemur uttanifrá inn í skúlaverkið (eg kom úr fíggjarheiminum), so sær mann skúlan við gestsins eyga. Man eygleiðir og brúkar sjálvandi tíð uppá at seta seg inn í tingini.
Og nógvir eru spurningarnir, sum stinga seg upp.
Eg havi kjakast við nógvar lærarar og skúlaleiðslur at leita mær svar. Eitt gongur aftur í øllum kjakinum við skúlafólk.
Um vit skuldu skipað ein skúla í dag – til dagsins samfelag - høvdu vit so skipað hann soleiðis, sum skúlin er skipaður í dag?
EINGIN HEVÐI SAGT – JA TAÐ HØVDU VIT – ØLL HØVDU SAGT NEI!
Hetta fær meg at siga við vissu, at skúlin sambært egnum starvsfólkahópi eigur at verða broyttur ella umskipaður.
Tann stóri spurningurin er so, hvussu og til hvat skal skúlin broytast... og ikki minst, hvør hevur ella rættari hvør skal hava ávirkan á, hvussu hann verður broyttur. Hesin spurningur er næstan ógjørligur at svara og ivaleyst ógjørligur at fáa semju um.
Tann nátturliga reaktiónin hjá okkum í skúlaverkinum er at biðja um størri játtan at røkja hesar alt fleiri uppgávurnar.
Frá mínum sjónarhorni er hetta skrúvan uttan enda. Vit symptomviðgera og eru ikki nóg góð ella til reiðar at tillaga okkum hendan broytiliga heimin.
Í míni tíð sum skúlastjóri og harvið starvsfólk í almenna geiranum eru nøkur viðurskifti, sum sýnast at virka øðrvísi enn í privata geiranum. Seinasta dømi er nú, at fíggjarlógin legði upp til, at fólkaskúlin skuldi spara 1-2% . Hetta verður frá skúlans síðu, frá fakfelag okkara og frá fleiri politikkarum lýst sum munandi sparingar og álvarsligt afturstig fyri skúlan. Í privata geiranum hevði mann ypt øksl og funnið sparingarnar uttan stórvegis hóvasták.
Vágs Skúli fær játtað 494 tímar um vikuna – um vit skuldu spart 5 tímar um vikuna, høvdu vit umskipað virksemi okkara uttan stórvegis trupulleikar.
Tann stóri munurin á almenna og privata geiranum er, at tá privati geirin “sparir” so umskipar hann seg. Hann finnur øðrvísi mátar at gera tingini uppá; hann veit, at hann livir í einum broytiligum heimi. Tann privati geirin tillagar seg nýggju umstøðurnar.
Skúlin broytist eisini, gaman í. Men tær uttanífrá givnu broytingar, sum eru komnar í mínari tíð, taka ikki atlit til skúlan sum eina heild, eina eind. Tær taka ikki støði í einum broyttum heimi, tær síggja ikki avbjóðingarnar sum dagsins samfelag setur okkum.
Síðani eg bleiv skúlastjóri er týskt avtikið og sett inn aftur. Samfelagsfrøði er komið afturat. Skúlaárið er stytt eina viku, og vit hava fingið vetrarfrí. Morgunsangurin er settur inn sum krav. Allar hesar broytingar eru framdar av skiftandi landstýrisfólkum, sum vilja seta sítt fingramerki á skúlan.
Eg síggi í dag ein skúla, sum fær alt fleiri uppgávur álagdar. Eg síggi ein skúla, har børnini stríðast, og har tørvurin á serligum átøkum veksur alsamt. Øll innan skúlaverkið kunnu remsa síðu upp og síðu niður um tær avbjóðingar, sum vit standa við.
Eg eri greiður um, at summi vilja lesa bræv mítt sum eitt álop á bygdarskúlar. Ella eina roynd at miðsavna føroyska fólkaskúlan. Men tað er misskilt. Endamálið við brævið mínum er at skapa karmar, so at vit fáa ein so góðan fólkaskúla sum til ber. Ein fólkaskúli sum rúmar øllum. Ein fólkaskúla, sum hevur rúm og orku (eisini teir smáu skúlarnir) til at lofta dagsins avbjóðingum.
Tá eg sigi við børn míni, at pápi var 14 ára gamal tá sjónvarpið kom til Føroyar, at telefonin var eitt tól, sum man tosaði í, og at eg ongar vinir hevði á netinum, so skilja tey slett ikki mín barndóm.
Eg tori væl at pástanda, uttan at føra vísindalig prógv fyri hesum, at vit liva í einum broytiligum heimi, har flestu okkara hava torført við at fylgja við...ung sum eldri. Skúlin stendur mitt í hesum broytiliga heimi. Vit eru tey sum møta broytingunum fyrst.
Tá eg var barn, vóru tveir peningastovnar, tvær bensinsølur, ein grillbarr, eitt virkið fótbóltsfelag, eitt posthús og tveir-tríggir handlar í Sumba. Í dag, er ein handil og skúlin eftir. Handilin hava sumbingar sjálvir opnað aftur eftir, at bygdin ongan handil hevði havt í eina tíð.
Fótbóltslívið í Sumba er tó ikki burtur; tað stendur í fullum blóma. Sumbingar hava saman við bygdunum í sunnara parti av Suðuroynni valt at standa saman um FC Suðuroy; eitt felags lið. Eg haldi enntá, at sumbingar eiga fleiri landsliðsleikarar í dag enn nakrantíð áður í fótbólti.
Sumbingar saman við øðrum sóu tørvin á broytingum í einum broytiligum heimi. Hetta hevur tryggjað eitt virkið fótbóltsfelag í nærumhvørvinum.
Eg eri onga løtu í iva um, at sumbingar høvdu ynskt, at bensinsølur, handlar, grillbarr og posthús vóru í bygdini, men vit liva, sum sagt, í einum broytiligum heimi......
Nú er so eitt lógaruppskot lagt út til hoyringar. Svarfreistin er í næstum, og hvussu taka vit sum skúlaverk ímóti hesum uppskoti, hesi royndini at tillaga skúlan í einari broytiligari tíð.
Tann mest náturliga reaktiónin er, at vit fyrst av øllum hyggja at; hvussu ávirkar hetta okkara skúla, missa vit tímar, missa vit næmingar, hvussu nógv starvsfólk fáa ella missa vit?....Vit fara beinanvegin niður í smálutir og mótmæla ella viðmæla.
Hetta er eftir mínum tykki við til at fasthalda skúlan í einum karmi, sum vit øll eru samd um, eigur at broytast......
Tað hoyrist eisini í krókunum, at uppskotið um tillagingar í fólkaskúlalógini møtir stórari mótstøðu og kanska ikki verður samtykt.
Orsøkin er sum skilts, at onkur missur og onkur fær. Orsøkin er sum ikki einaferð, at vit fara í smálutir og gloyma heildarmyndina. Vit duga ikki at tillaga okkum teimum broytingum, sum tíðin setur til okkum.
Góðu tit, sum skulu samtykkja ella vraka uppskotið. Hetta snýr seg ikki um 7. flokkur skal vera á Eiði ella í Sumba. Ella um 4 næmingar í Porkeri nú skulu til Vágs at ganga í skúla. Ella um 10. flokkur skal vera á Tvøroyri ella í Vági
Hetta snýr seg um at menna fólkaskúlan, at skapa karmar, so at vit, sum eru í hesum broytiliga heimi, fáa heimild, játtan og møguleikar at fylgja við tíðini, vit liva í.
Hetta snýr seg um, hvat er best fyri tað einstaka barnið. Tað snýr seg um, hvussu samlaði føroyski skúlin skal skipast framyvir.
Vinarliga
John Henrik Holm
Skúlastjóri í Vágs Skúla