Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein tøkk frá Nes kommunu til Elisabeth Joensen

SKRIVAÐ: nes.fo  |  24.01.2025 - 06:44 Tíðindi

Elisabeth Joensen, sum hevur havt høvuðsábyrgdina í køkinum á Vesturskin, eldrasambýlinum á Toftum, síðan byrjan í sept. 2004, fer nú úr starvi.

 

Í dag varð skipað fyri fráfaringarsamkomu, og tá bar Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, fram hesa heilsan og tøkk:

Góðan dagin øll somul!

Stóra takk fyri, at eg fái høvi vegna Nes kommunu at bera fram ein heilsan og tøkk, nú Elisabeth fer úr starvi.  Tí, hóast Vesturskin frá 1. januar í 2015 hevur verið felags ogn hjá kommununum í Roðanum, so hevur Vestuskin sína serligu søgu fyri Nes kommunu.

Nes kommuna byrjaði at fyrireika bygging av eldrasambýli í 1998. Tørvurin á einum heimi var sera stórur.

Sjálv byggingin byrjaði fyrst í 2003, og longu í september 2004 varð flutt inn. Skjótt renna árini, ja, nú eru farin meira enn 20 ár.

Táverandi bygdaráð samtykti at geva eldrasambýlinum navnið Vesturskin.
Fyri bygdirnar í kommununi er vesturskinið myndin av nøkrum góðum og lívgevandi. Tað er ein vøkur sjón, tá ið tú sært teir ymisku litirnar spæla sær á himmalinum, tá ið sólin er farin niður í vestri.

Eldrasambýlið Vesturskin hevur eisini verið ein sólskinssøga fyri mong, heilt frá byrjan.

Góða Elisabeth!

Alt hevur sína byrjan, og alt hevur sín enda.

 Tú vart við frá byrjan, og tú fekst høvuðsábyrdina í køkinum. Hetta arbeið hevur tú røkt við ágrýtni, nærlagni og sera stórum trúfesti í øll hesi ár.  Við tínum mildni og hjartagóða verumáta hevur tú verið ein so ómetaliga virðismikil partur fyri búfólk og avvarðandi – eins og starvsfólk á Vesturskini.

Ikki minst vil eg siga tær hjartaliga takk fyri, at tú í so mong ár gekst á odda og skipaði fyri hugnaløtunum við luttøku av syngjandi monnunum úr Undirhúsinum. -Og eg skal heilsa og siga, at teir hava verið sera glaðir fyri at fáa vaflur o. a. sendandi dagin eftir.

Í arbeiðinum hevur tú eisini havt góðan stuðul í baklandinum, og Olly hevur verið tær ein hollur stuðul, tá ið umræður at fáa fisk, kjøt ella grind til høldar. Tykkum báðum vil eg hjartaliga takka fyri sera gott samstarv.

Góðu tit bæði!

Vegna Nes kommunu vil eg ynskja tykkum báðum – og tykkara næstu, alt tað besta og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…