Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ætlaða fiskivinnukolveltingin - Sigi sum sørvingurin á sinni: Eg skilji einki av hesum

SKRIVAÐ: Jørgen Niclasen  |  25.01.2025 - 20:49 Politikkur Tíðindaskriv

Fyri kortum kom frágreiðingin um alivinnuna frá landsstýrinum í Løgtingið. Nú er lógaruppskot sent til hoyringar um fiskivinnuna frá sama landsstýri.

 

 

Øgiligur munur á uppfatan hjá landsstýrinum um hesar báðar vinnur.

12 ára loyvi til alivinnuna er fantastisk, heldur landsstýrið; meðan 12 ára loyvi til fiskivinnuna er ræðuligt.

Stórir aktørar í alivinnuni er fantastiskt, sigur landsstýrið; men stórir aktørar í fiskivinnuni er ræðuligt og má týnast beinanvegin.  

Útlendskir eigarar í alivinnuni er fantastiskt, meðan útlendskur kapitalur í fiskivinnuni er ræðuligur.

Útlendskur kapitalur skal út úr fiskivinnufyritøkum, men fiskurin skal nú kunna landast uttanlanda til útlendingar at virka.

Sigi sum sørvingurin á sinni, tá heldur ivasom íløga varð gjørd. “Gott eg eri býttur, eg skilji einki av hesum.” Men árini góðu honum rætt.

Undir tryggum kørmum er okkara alivinna fremst í heiminum, men tað vil landsstýrið ikki at fiskivinnan skal. Eg skilji einki.

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann 3-0 í Sørvági
Myndarøð: Klaksvíkar fimleika­felag
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann 3-2 móti Fleyr
Trump sigur at hann væntar at fáa fatur…
KÍ spælir annan venjingardystin sunnudag…
Sangmøti í Betesda sunnukvøldið
Vunnu 2 bronsur í judo í Íslandi
Ætlaða fiski­vinnu­kolveltingin - Sigi sum…
Er dugnaskapur veruliga vorðin ein synd?
Oddur Joensen Trio í Varpinum sunnukvøld…
Hwarang Føroyar til Nordic Taekwondo Cha…
Epli og røtur av Sandi
Pensjónsaldurin skal ikki hækka – loysn…
Nik & Jay á Summar Festivalin
Stórsteypadystir­nir fyrst í mars
Nik & Jay á Summar­festivalin
Fyrsta steypakapping í 2025
Prógvhandan á Sjónámi
Málverji skiftir frá 07 Vestur til KÍ