Lýsing
Lýsing
Lýsing
Café Gloria - mikudagin 19. februar, kl. 11.30 – 16.00 - Torravikan í Klaksvík | Mynd: Dávur Winther

Stóra fiskaborðið á Café Gloria

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  31.01.2025 - 09:29 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Mikudagin í Torravikuni verður stóra fiskaborðið við Torrafiski, rognum og øllum tí, sum hoyrir Torratíðini til.

Kl. 11.30 – 16.00 mikudagin 19. februar slær Café Gloria dyrnar upp fyri tí stóra og árliga Torrafiskaborðinum, sum bert er tøkt á Torradøgum í Café Gloria.   

Tey spíla seg rættiliga út á Café Gloria og bjóða tað besta og nýggjasta úr havinum, sum útróðrarbátarnir kunnu bjóða á hesi ársinstíð.

Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, feskur fiskur, flak, lyppur, kjálkar, knetti, frikadellur, saltfiskur, livur og rogn og nógv annað gott.

Oftani er eisini góður ræstur fiskir, garnatálg, spik og annað gott á borðseðlinum

Tú fært eisini ein góða kaffi/te-munn og køkur omaná – Alt hetta fyri einans kr. 200,-.

Hetta er tann stóra matløtan í Torravikuni, sum nógv fólk gleða seg til. Tú kennir teg væl her, har blíðakapurin altíð er góður.

Café Gloria - mikudagin 19. februar, kl. 11.30 – 16.00  

Stangavegur 16, 

700 Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?