Krígsavbjóðing frá SEV
Maskinmeistarafelagið heldur seg kunna prógva, at maskinmeistarar hjá SEV í áravís ikki hava fingið ta løn, teir hava rætt til, tí vaktarskipanir ikki eru umsitnar í samsvar við sáttmálan. Felagið hevur kunnað orkuveitaran um eitt komandi krav, men einasta svarið higartil er ein almenn starvslýsing, sum letur upp fyri, at maskinmeistarastørv kunnu mannast uttan um Maskinmeistarafelagið
- Vit fata starvslýsingina hjá SEV sum eina regulera krígsavbjóðing, onki minni.
Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um eina lýsing, sum SEV her fyri hevði eftir starvsfólki til høvuðskontrollrúmið í høvuðssætinum við Landavegin í Havn. Tað, sum fall felagssformanninum fyri bróstið, var, at lýsingin greitt lat upp fyri, at onnur enn maskinmeistarar kundu søkja og fáa starvið. Í lýsingini stóð nevniliga, at starvið kundi setast eftir annaðhvørt sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, ella sáttmálanum millum Starvsfelagið og KAF.
- Tað eru maskinmeistarar, sum starvast í kontrollrúminum, og vit vita við vissu, at tað er ein ella fleiri maskinmeistarar, sum tey hava tørv á. Kortini skrivaðu tey í lýsingini, at starvið kundi mannast eftir øðrum sáttmála enn okkara. Tað er óhoyrt, og sjálvandi kunnu vit ikki bara góðtaka slíkt uttan mótstøðu, sigur Arnfinn Bech.
Milliónakrav í væntu
Lýsingin kom beint í kjalarvørrinum á einum fundi, sum Maskinmeistarafelagið hevði við SEV, har felagið gjørdi vart við, at maskinmeistararnir hjá orkuveitaranum í nógv harrans ár hava fingið ov lítið í løn, tí umsitingin av vaktarskipanunum hjá SEV á Sundi, í Vági og í kontrollrúminum við Landavegin ikki hevur verið í samsvar við sáttmálan millum Maskinmeistarafelagið og KAF.
Maskinmeistarafelagið hevur fingið innlit í lønarseðlar hjá maskinmeistarunum fyri tey seinastu fimm árini, og heldur seg við vissu kunna staðfesta, at teir í hesum tíðarskeiðnum í hvussu er hava fingið stívliga tríggjar milliónir krónur ov lítið útgoldið tilsamans.
- Okkara uppgerð er ógvuliga lagalig mótvegis SEV, tí vit taka bara tað við, sum er púra eyðsýnt. Fyrningarfreistin í sovorðnum pengamálum er fimm ár, og tí eru vit ikki farin longur aftur, men alt bendir á, at SEV ongantíð hevur hildið seg til sáttmálan, men bara hevur umsitið sínar vaktarskipanir eftir egnum høvdi, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Um SEV góðtekur uppgerðina hjá Maskinmeistarafelagnum og rindar maskinmeistarunum tað, sum teir eiga til góðar, so er tað málið loyst. Vísir SEV hinvegin uppgerðina frá sær, verður kravið í fyrstu syftu sent til innkrevjing (inkasso), og um neyðugt verður farið í rættin við tí.
Provokasjón og máttloysi
Men tað loysir ikki málið við starvslýsingini, sum leiðslan í Maskinmeistarafelagnum uppfatar sum bæði eina grova provokasjón og eitt tekin um máttloysi.
- Lønarlagið hjá føroysku maskinmeistarunum á landi er nú so niðurpínt ígjøgnum fleiri áratíggju, at maskinmeistararnir einfalt rýma, og tað er ikki neyðugt at rýma langt fyri at fáa eina løn, sum er helvtina hægri enn tann, sum til dømis SEV kann bjóða. Tilfeingið av skikkaðum maskinmeistarum at søkja leysu størvini er samsvarandi lítið. Tað er bara ein máti at loysa tann trupulleikan uppá, og tað er at ásanna, at føroyskir maskinmeistarar, sama um teir arbeiða á landi ella til sjós, eru á einum globalum marknað, har gravgangur er eftir teimum, og so bjóða teimum eina kappingarføra løn. Men tað vil mann ikki.
- Millum annað SEV tvíheldur um, at tey ikki sjálv hava lønarmyndugleika, tí hann hevur bara kommunali eigarin ígjøgnum KAF, og KAF víkir ikki ein tumma frá almenna lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum. Tí kann máttloysi sjálvandi vera ein orsøk til at lata upp fyri øðrum mótpørtum, sum kanska krevja minni enn vit, sigur Arnfinn Bech.
- At SEV provokerar við eini sovorðnari lýsing, er kanska eisini ein roynd hjá teimum at siga takk fyri seinast. Vaktarskipanirnar vóru jú ógvuliga sentralar í sáttmálasamráðingunum, har vit kravdu at fáa greiðar arbeiðstíðsreglur í sáttmálan – og fingu tað. Tað merkir millum annað, at tað ikki longur ber til at mala runt við fólki og flyta tey runt í eini vaktarskipan, akkurát soleiðis sum arbeiðsgevarin finnur tað fyri gott. Tá broytingin slær ígjøgnum við fullari megi, fer tað sjálvandi at merkja meira yvirtíð og vaktargjøld og helst eisini, at tað verður neyðug at seta fleiri maskinmeistarar.
- Og afturat tí er tað so henda seinasta uppgerðin hjá okkum, sum verður fylgd upp av einum milliónakravi, vísir hann á.