Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Høvuðsungdómsvenjari á dreingjasíðuni hjá KÍ settur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.02.2025 - 23:44 Ítrottur Tíðindi

Lokalur venjari er aftur í KÍ.

 

KÍ skrivar:

Okkara Akademi er nú fullsett við venjarum. Oddur Olsen er settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá okkara U11 til U15 dreingjum.

Vit kenna hann frá KÍ, har hann síðani 2012 hevur verið partur av felagnum sum venjari, í 2018, 2019 og 2020 sum høvuðsungdómsvenjari. Seinastu 3 árini hevur Oddur verið í HB, men byrjaði aftur á Djúpumýru í gjár.

"Okkara ætlanir við at seta meira fokus á okkara yngru dreingjalið í akademinum gerst nú veruleiki. Eg havi haft nógvar góðar samrøður við Oddur, ið eg kenni sum ein dugnaligan og ídnan venjara. Hann dugur væl at menna leikarar og er tað júst hetta vit fara at arbeiða við." sigur Jonas N. Nielsen akademistjórið.

Uppgávan sum høvuðsungdómsvenjari er fjølltottað, og er fyrst og fremst at tryggja at okkara ungdómslið frá U11 til U15 fylgja tí venjingarleisti vit hava sett. Oddur skal arbeiða tætt saman við øllum okkara dreingjavenjarum og øðrum í felagnum soleiðis at okkara venjarar og eisini ungdómurin trívist og mennist. 

"Tað er gott at koma hoym. Eg gleði meg at koma í gongd og eri sera spentur uppá uppgávuna og vóni at kunna geva felagnum, leikarum og øllum rundan um nakað." sigur Oddur. 

Tað at høvuðsungdómsvenjari fyri dreingja síðuna er settur merkir at okkara akademileiðsla við Jonas á odda nú er fullsett. Limatalið er næstan tvífalda í felagnum seinastu 3 árini og tí er umráðandi at hava høvuðsungdómsvenjarar rundan um okkara fantastisku venjarar í hvørjum árgangi. Til at stuðla teimum í gerandisdegnum, hjálpa til, sparra og tryggja at venjingar og menningin er nøktandi hjá okkara limum.

Okkara høvuðsungdómsvenjaratoymið er mannað av Allan Mørkøre, ið hevur ábyrgdina av okkara gentuliðum frá U11 til U16, Oddur Olsen, ið hevur ábyrgdina av okkara dreingjaliðum frá U11 til U15, Niels Juel Arge, ið hevur ábyrgdina av barnaliðunum frá U9 og yngri og Jonas N. Nielsen, ið útyvir at vera akademistjóri hevur ábyrgdina av U17 dreingjum og 1.deild monnum.

Vit eru stolt av okkara góða venjartoymið í felagnum, frá teimum yngstu til tey elstu, gleðast um at limatalið vaksur og at  venjarar, børn og ung trívast og mennast í KÍ. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kyndilsmessa
Veðrið í vikuni
Verður kappingarárið 2025 hjá KÍ ein end…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Hesi bjóða seg fram til nevndar- og ráðs…
Høvuðsungdóms­venjari á dreingjasíðuni hj…
Ársins leiðarar 2025 kosnir og Herðaklap…
Nám harmast um samskiftið viðvíkj­andi mi…
Krígsavbjóðing frá SEV
Nýggj nevnd í Huxa
Skoyta í regninum
Hvør skal fáa lesaravirðisløn­ina í ár?
Epli og røtur av Sandi
Nótaflotin nógv endur­nýggjaður
Dodo & The Dodo’s  á Norð Festivalin
GLOYMSK – MEN (ikki) GLOYMD?
So er Dimmalætting aftur á gøtuni
Bára fekk herðaklapp á Leiðara­degnum
Forpremiera av Carmen í Varpinum
151 lið meldaði til Silva Cup