Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hesi bjóða seg fram til nevndar- og ráðssessirnar hjá Pedagogfelagnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.02.2025 - 14:00 Tíðindaskriv

Tá freistin at stilla upp var úti á midnátt í gjár, høvdu fýra valevni boðað frá, at tey ynskja at stilla upp til teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali. Valið verður avgreitt á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag 29. Mars. Umframt nevndarval, verður eisini val til Leiðara-, Námsfrøðinga- og Hjálparfólkaráðið.

 
 
Um góðar seks vikur, 29. mars, gerst tað greitt, hvussu nevndin hjá Føroya Pedagogfelag fer at síggja út næstu trý árini.
 
Tveir sessir skulu veljast av nýggjum. Talan er um sessirnir, sum Gunnvá Akraberg Hansen og Sæbjørn Johannesen hava havt, tí teirra valskeið nú er lokið.

Fýra hava bjóðað seg fram til teir tveir nevndarsessirnir, og tey eru:

  • Gunnvá Akraberg Hansen
  • Hildibjarta Súnadóttir
  • Joan Heinesen
  • Nikkil Heinesen

Tey tvey valevnini, sum fáa flestar og næstfelstar atkvøður, verða vald fyri trý ár. Hini bæði verða tiltakslimir í raðfylgju samsvarandi atkvøðutalinum.
 
Umframt nevndarval verður eisini val til tey trý ráðini í felagnum: Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið. Í øllum ráðunum standa trý fyri vali. Hesi bjóða seg fram til ráðini:
 

Leiðararáðið

  • Arna Silvurstein
  • Eyð Skúvadal

 

Námsfrøðingaráðið

  • Dagny Miðskarð
  • Krista Hvannastein
  • Majbritt Egholm

 

Hjálparfólkaráðið

  • Eingin hevur boðað frá uppstilling.
     

 

Viðtøkubroytingar á aðalfundinum  fyrraárið tryggja, at tað ber til at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á sjálvum aðalfundinum. Hetta er galdandi fyri val til bæði nevnd og ráð.

Tí fer at verða roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini, har tað eru ov fá valevni á aðalfundinum.
 
Øll valini hjá Pedagogfelagnum verða talgild. Meira kunning um sjálva atkvøðugreiðsluna kemur í næstum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið