Verður kappingarárið 2025 hjá KÍ ein endurtøka av meistaraárinum 1972?
Fyri tey tilkomnu viðhaldsfólkini hjá KÍ er árið 1972 serliga minniligt, tí hetta árið vann eitt rutinerað KÍ-lið føroyameistaraheitið norðuraftur til Klaksvíkar, har avgerðin fall í einum ógloymandi dysti í Gundadali, har ein søguliga stór fjøld av norðoyingum vóru til staðar og síðan sigldu og gingu sigursgongu heim við FM-steypinum
(Grein úr blaðnum)
Meir enn ein hálv øld er gingin síðan 1972, og sera nógv er eisini broytt síðan tá. Men um vit samanbera besta mansliðið hjá KÍ tá og nú, so eru kortini nøkur viðurskifti, har núverandi KÍ-lið anno 2025 líkist liðnum, sum fór undir kappingarárið 1972. KÍ-liðið í 1972 var tað ógloymandi 66-liðið, sum ivaleyst er tann mest legendariska og vinnandi manningin í føroyskum fótbólti nakrantíð, og sum enn í dag eigur metið fyri flest FM-heiti á rað.
Hesi FM-heiti vórðu vunnin av KÍ í 1966, 1967, 1968, 1969 og 1970, altso 5 ár á rað.
Dagsins KÍ-lið telist eisini millum tær mest vinnandi og søguligu manningarnar í føroyskum fótbólti. Hetta liðið hevur havt eina sigursrøð av FM-heitum í 2019, 2021, 2022 og 2023, og so hevur hendan KÍ-manningin vunnið nakrar søguligar sigrar og rokkið áður ónáddum málum – ikki minst við at vinna sær atgongd til bólkaspæl í Europa. KÍ-manningin í 1972 var rutinerað og trongdi til nýggjan íblástur, og sama kann sigast um dagsins KÍ-lið, og bæði fingu ein nýggjan venjara.
Eisini eru aðrir forvitnisligir og forkunnugir líkleikar millum KÍ-manningina í 1972 og 2025. Liðformaðurin í 1972, navnframi Steinbjørn Jacobsen, er ommubeiggi liðformannin hjá KÍ í dag, Jákup Biskopstø Andreasen. Og tað steðgar ikki har, tí bæði liðformaðurin tá og liðformaðurin nú høvdu og hava ein lítlabeiggja á liðnum. Lítlibeiggi Steinbjørn var Eiler Jacobsen (Eiler í Búðunum), og í dag er ein ungur og evnaríkur leikari í besta KÍ-hópinum, sum er lítlibeiggi liðformannin, nevniliga Dávid Biskopstø Andreasen.
Um tú hyggur at myndunum, so er eingin ivi um, at hesir báðir lítlubeiggjarnir líkjast ikki sørt, og tað er nú heldur ikki so løgið, tí Eiler er jú ommubeiggi Dávid. Soleiðis er søgan um KÍ eisini. Hon er ikki bara hagtøl og úrslit, men er full av áhugaverdum søgum um persónar og familjur, sum yvir fleiri ættarlið hava sett dám á fótbóltin í Norðoyggjum, og sum hava givið okkum nógvar spennandi og eisini stoltar løtur, ið savna og styrkja felagsskapin og sjálvsálitið hjá okkum sum lokalsamfelag.
Tað skuldi vísa seg, at Eiler, sum ikki er millum okkara longur, gjørdist stóra hetjan tann søguliga og minniliga dagin í Gundadali sunnudagin 3. september 1972, tá hann skeyt avgerandi málið til 1-1 ímóti HB, sum gjørdi KÍ til føroyameistara 1972.
Súni Merkistein, sum gjørdi ein góðan sjónvarpsdokumentar um 66’liðið, skrivar m.a. soleiðis um hendan minniliga dagin i 1972: Einir 1500 í tali komu klaksvíkingar og norðoyingar fjølmentir til Havnar sjóvegis suður fyri bjørg. Teir komu við Pride og Ternuni, sum sigldi eykatúrar. Men tað var ikki alt. Útróðrarbátar í Klaksvík floymdu eisini í stórum tali til Havnar. Fólk komu eisini innan úr Eysturoynni, úr Norðstreymoy, úr Vágum og sunnaneftir - allir føroyingar vóru spentir. Í góðari tíð fyri dystin sást ein javnur streymur av fólki niðan í Gundadal. Ýlini frá trýstfloytum og rópini frá fjepparunum hoyrdust langar leiðir. Innkrevjararnir høvdu úr at gera. Teir seldu ikki færri enn 3.450 atgongumerki - uttan iva nýtt áskoðaramet í Gundadali.
Í somu stund sum dómarin blásti dystin av, var tað, sum reyk tundurproppurin úr sjampanjufløskuni. Fleiri hundranda KÍ-fjepparar í næstan sansaleysum ovfarakæti hildu út á vøllin at fagna sínum liði. Rómurin var øgiligur - heitari og villari enn nakrantíð fyrr í føroyskum fótbólti. KÍ-spælararnir vórðu næstan sundurskræddir av øllum fjepparunum, sum vildu hálsfevna teir og ynskja teimum tillukku. Gundadalur brúsaði.
Ferðin norður aftur til Klaksvíkar var bæði spælarum og øllum norðoyingum minnilig. KÍ-spælararnir sigldu heim við skonnartini Viðoy, sum tá nevndist Føroya Bjór.
Á bryggjuni í Klaksvík stóðu øll tey, sum ikki vóru farin til Havnar. Móttøkan var stórfingin og hjartalig. Hesin minniligi dagur í 1972, tá ið 66’liðið vann sítt seinasta FM-heiti, líkist ikki sørt leygardegnum 17. oktober 2019, tá ið hetta KÍ-liðið eisini fór til Havnar á seinasta leikdegi saman við túsundtals KÍ-viðhaldsfólkum, og KÍ vann 3-0 á B36 framman fyri eini ovurstórari áskoðarafjøld, har meginparturin vóru KÍ-fjepparar.
Sostatt hava hesi bæði KÍ-liðini eisini tað til felags, at tey hava megnað at savnað allar norðoyingar.
Tá hesar reglur verða skrivaðar, er leygarkvøld 18. januar 2025, og í dag hevur KÍ spælt sín fyrsta venjingardyst í ár. Hann var ímóti NSÍ við Djúpumýru undir leiðslu av nýggja venjaranum, svianum Magnus Powell.
Eftir stendur nú tann spennandi spurningurin: Hvussu fer KÍ at klára seg í ár 2025. Fer hetta liðið at endurtaka søguna og bragdið frá 1972 og vinna føroyameistaraheitið heim aftur til Klaksvíkar? KOYR Á KÍ!!