Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.02.2025 - 17:40 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av suðuri ella útsynningi alla vikuna.

Alla vikuna fer eitt hátrýst at liggja yvir Evropa, og lágtrýstini fara at ganga í landnyrðing nakað væl vestan fyri Føroyar. Vit fara at liggja eystan fyri miðjuna á lágtrýstunum, har sum ættin plagar at liggja um sunnan ella báðumegin við.

Luftin hevur sín uppruna yvir Kanada, og har er kalt. Hon ornar tó heilt fitt á vegnum hendanvegin. Viðhvørt fer hitalagið so mikið niðureftir, at vit kunnu vænta vátakava, men yvirhøvur fer dagshitin at liggja væl oman fyri tað.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagur:

Hann fer at liggja av suðuri allan dagin, líka til seint um kvøldið. Um morgunin 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í 15 til 20 m/s, onkra løtu 23 m/s. Hetta er skrið og næstan stormur í miðalvindi, men onkra løtu stormur. Nakrar tímar út á seinnapartin minkar miðalvindurin niður í 13 til 18 m/s, men tó fer hann onkra løtu upp í 23 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Soleiðis gongur kvøldið, og tá ið komið er fram í móti midnátt, gongur hann vesturum til útsynning og minkar niður í 10 til 15 m/s. Týsnátt minkar hann niður í 8 til 13 m/s, meðan skýloftið er skiftandi, og okkurt ælið er, kanska við vátakava. Hitin fer at liggja millum 4 og 8 stig.

Týsdagur:

Útsynningur allan dagin. Frá morgni til kvøld 5 til 10 m/s við skiftandi skýlofti og ælaveðri, kanska við vátakava. Um kvøldið eitt sindur meira vindur, 8 til 13 m/s; mikunátt 10 til 15 m/s. Hitin fer at liggja millum 1 og 6 stig.

Mikudagur:

Útsynningur allan dagin, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft við ælaveðri, kanska vátakava í støðum. Hitin millum 2 og 9 stig.

Hósdagur:

Hann gongur niður í sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig.

Fríggjadagur:

Aftur sunnan, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin støkkur hann vesturum og minkar vindin niður í 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin