Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í londunum kring okkum verja tey egið vinnulív

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2025 - 08:55 Politikkur Tíðindi Vinna

”Øll londini, sum vit kappast við, royna at verja sína vinnur. Tí halda vit tað vera ófatiliga løgið, at Føroya Landsstýri opnar allar dyr fyri útlendingum at fáa fatur á føroyskum fiski, samstundis sum vit í Føroyum nærum onga atgongd hava at keypa útlendskan fisk”. Hetta sigur Jóhan Páll Joensen á Pelagos, sum vísir á, at Ísland ikki letur síni skip avreiða uttanlands. Noreg kann, men ger tað ongantíð, og Skotland fer øvugta vegin í mun til, hvagar Dennis Holm fer.

 

 

Á Pelagos í Fuglafirði skilja tey als ikki tað, at landsins myndugleikar nú skulu opna allar dyr fyri, at føroyskur fiskur skal vera frítt atkomiligur fyri útlendingar, meðan føroyingar ikki hava atgongd til at keypa fisk úr útlondum at virka. Verður hugt at Íslandi, so hava íslendingar als ikki møguleika fyri avreiða uttanlands. Teir kunnu bara fáa undantak, um so er, at virkini í Íslandi hava so nógv at virka, at tey ikki fáa tikið ímóti meira. Tað kemur fyri, men sjáldan.

Argumentið hjá íslendsku stjórnini fyri, at allur íslendskur fiskur skal landast í Íslandi, er, at fyri Ísland er tað heilt natúrligt at vilja hava so nógv og so stórt virksemi sum møguligt í Íslandi.

Eiheldur verður nakar norskur fiskur útboðin í Føroyum. Tað er av teirri einføldu orsøk, at um tú fiskar í norskum øki, so fer fiskurin um Norges Sildesalgslag ella hini norsku salgslag’ini, og fyri norsku skipini er tað púra natúrligt, at tey útbjóða sín fisk í Noregi. Tey kunnu bjóða fiskin út aðrastaðni, men royndirnar hjá Pelagos ígjøgnum 11 ár siga, at ongin norskur fiskur verður útboðin í Føroyum, uttan at innkeypsleiðarin á Pelagos nærmast liggur á knøunum fyri teimum. Norðmenn kunnu velja at útbjóða hann í Føroyum, men tað hendir ikki.

Skotland hevur í dag somu skipan, sum Dennis Holm ynskir sær í Føroyum, t.v.s. at skotar kunnu avreiða 50% uttanlands. Men komandi ár minkar tann nøgdin heilt niður í 20%. Stjórin á Pelagos sigur tí, at øll tey londini, sum Føroyar kappast við, sostatt royna at verja sínar vinnur, meðan Føroyar gera tað beint øvuta: – ”Øll skulu hava atgongd hjá okkum, meðan vit ikki hava tað hjá øðrum. Hevði tað verið púra frítt, t.v.s. at øll kundu keypt og selt, har tað loysti seg best, so hevði tað verið fínt. Men soleiðis er tað bara ikki. Vit fáa ikki somu fortreytir sum hini.”, sigur hann, og heldur fram:

– ”Tað er ræðuliga løgið, haldi eg, at føroyingar hava gjørt eina avtalu við norðmenn, sum sigur, at tann sild, sum føroyingar fiska í norskum sjógvi, skal bjóðast út í Norra. Altso skal fiskurin, sum Føroyar hava forhandlað seg til, ikki bjóðast út í Føroyum. Men tá norðmenn koma her at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi – 150.000 tons, sum teir hava forhandlað seg til – so skal tað ikki bjóðast út í Føroyum. Tað skal eisini alt bjóðast út í Norra. Tað er heilt ófatiligt, at so lítið av umhugsni hevur verið, tá avtalurnar eru blivnar gjørdar”, endar Jóhan Páll við at siga. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum