Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veitslubumban Zak og Sandro á Tórsfest 2025

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.02.2025 - 17:50 Tíðindaskriv

Zak Abel er ein poppsensatión. Og Sandro Cavazza er ein onnur poppsensatión. Saman eru teir ein sonn supersensatión, sum fer at skrúva Tórsfest veitsluna for frá!

 

Hetta verður ársins dansigólv.

Sjáldsama fyribrigdið Zak Abel 

Við 28 milliónum lurtarum á Spotify og 146 milliónum stroymingum er ongin ivi. Tað er eitt serligt tónlistarligt fyribrigdi,sum kemur at framføra fyri okkum á Tórsfest 2025, 25. juli í hjartanum í Havn.

Tórsfest er staðið tú skalt vera, um tær dámar nútímans vælframleiddan popptónleik. Tí tað er júst tað, Zak Abel veitir áhoyrarum. Onglendingurin er eitt undurbarn, tá tað snýr seg um tónleik. Longu sum 14 ára gamal byrjaði hann at skriva og framleiða tónleik, og leggja hann á YouTube, og fekk hann av hesum ein plátusáttmála longu sum 19 ára gamal. Síðan hevur pílurin bara peika beint í loft. Hann hevur útgivið hópin av frálíkum, dansiglaðum poppi, og er umbiðin at skriva og framleiða saman við navnframum fólki sum Avicii, Kygo, John Legend, Alan Walker og mongum, mongum øðrum. Hetta vitnar um ein óvanliga gávaðan tónleikara. 

Hann er meira enn ein singer/songwriter. Hann er ein orkubumba við sál og kenslum, og hansara talent er risa, risa stórt. Røddin er eitt vakurt bland millum R&B og popp - ein samanrenning sum ger hann einastandandi. 

 

Sandro Cavazza setir ferð á Tórsfest 

Heimskendi Sandro Cavazza fer at umskapa Vágsbotn til eitt altjóða dansigólv, tá pumpandi rútmurnar fara at floyma út yvir stóru fjøldina. Hann er ein sviið við italskum ættarbondum, og hevur samstarvað við navnframa Avicii og Kygo. Hann er gávaður sum fáur, og er tað ein veitsla, tú skal til í summar – ja, so er tað hendan.

Tú nýtist ikki at standa ímóti. Lat tónleikin taka teg, tí tað verður ómøguligt at standa í frið tá Sandro Cavazza fer á pallin og tekur mikrofonina. Hann er ein hittmakari í orðsins sanna týdningi. Um tú hyggur at stroymingstølunum hjá honum, eru tey ørandi. Hann hevur omanfyri 12 mió. mánaðarligar lurtarar á Spotify, og lagið “Without You” er stroymt meira enn eina mia. (MILLIARD) ferðir á somu stroymingstænastu. Hetta vitnar um ein tónleikara, hvørs tónleikur verður stroymdur kring allan heim.

Skulu vit lýsa tónleik hansara, kann sigast, at hetta er nútímans dansitónleikur, tú kundi ímynda tær at hoyrt á Ibiza ella á Tomorrowland. Frískt, feitt og fantastiskt. 

Sandro Cavazza skrivaði fleiri løg við Avicii, sála, sum vóru útgivin saman við norska DJ Kygo, eftir at Avicii var farin foldum frá. 

 

Saman fyri fystu ferð

Á Tórsfest fara teir báðir at framføra saman fyri allarfyrstu ferð. Umvegis tónleikin hava teir samstarva við somu fólkum, men ongantíð hava teir framført saman. Tískil verður tað ein heilt forkunnug uppliving fyri okkum, sum fara at hoppa til teirra rútmur og sang. 

Tórsfest verður vilt í ár. Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw og Eivør fara at framføra á Tórsfest 2025, og fleiri stór nøvn verða kunngjørd í næstum.

Tað verður gull, so ger skjótt av, og statt ikki eftir á Vaglinum, tá vit savnast í Vágsbotni 25. juli. Atgongumerki fáast á ebillett.fo, effo gundadali, føroya tele kring landið fyri kr. 895,- umframt avgreiðslugjøld.

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi