Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú lygnin hevur tikið ræðið - við Trump handan róðrið er USA farið

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  20.02.2025 - 10:21 Lesarabrøv Politikkur

Fríggjadagin 14. februar bíðaðu mong við spenningi at hoyra, hvat JD Vance, varaforseti í USA, hevði at siga á trygdarstevnuni í Munchen, men endaði dagurin sum ein marra fyri flestu, sum høvdu vónað, at varaforsetin fór at vísa Ukraina, NATO og Europa stuðul.

 

 

Tvørturímóti, so var røðan ein poliitsk svada og so meinfýsin, at hon bar brá av politiskum óndskapi.

Røðan kundi verið avrit av røðuni, Putin helt á samsvarandi stevnu í München í 2007.

 

Meðan øll røddu um trygdarpolitikk, so legði JDV eftir Europa, segði beinleiðis, at hvørki Rusland ella Kina vóru trupulleikin, men Europa sjálvt.
So legði hann eftir navngivnum londum.

 

Eisini blandaði hann seg beinleiðis í týska valið við nærum ófjaldum stuðli til AfD, umframt eggjan til Marine Le Pen og aðrar flokkar á uttasta høgra.

Vance hevði fund við Alice Weidel, forkvinnuna AfD. Umframt, at hetta varð mett serstakliga óvanligt, at varaforsetin hevði fund við politiskan andstøðuflokk, so var tað ikki sørt skemtiligt, at moralski verjin hjá Trump hevði fund við agnostikaran Weidel, sum er gift kvinnuni Sarahu Bossard. Tær hava tvey børn og liva í Einsiedelen, men arbeiða í Berlin og soleiðis sleppa undan skatti í Schweiz (kelda Wikipedia).

Hvat man andaligi ráðgevin, moralisturin og teleevangilisturin hjá Trump, Paulu White, siga til hetta?

Vance hartaði eisini Rumenia fyri at ógilda valið í vetur, tá tað kom fram, at Putinfjepparin og ríkmaðurin, kandidaturin Georgescu, sum í øllum veljarakanningum lá um 10%, fór uppá knøpp 23% á valinum og lá fremst, og har tað síðani var grundaður illgruni um, at russar høvdu blandað seg í valið.

Soleiðis helt Vance fram. Frekur og sjálvsøkin, har hann sjónliga gjørdi greitt, at USA og Europa ikki byggja á somu grundleggjandi virði.

Sjálvsagt var samkoman sjokerað av manninum. Hvat var hetta? Er skilnaðurin við USA endaligur? Kunnu europear yvirhøvur rokna við USA longur? Er NATO við USA deytt? Ukrainar á fundinum fóru í sjokk - einki at siga til.

 

Hvør er hesin Vance?

Hann gav út bókina Hillibilly Elegy í 2017 um fátækan uppvøkstur í sokallaða rustbeltinum. Bókin var væl móttikin og hon bleiv filmatiserað.

Vance bleiv kendur og hann fekk politiskar ambitiónir. En vinmaður í California finansieraði valið í 2023 í Ohio við 115 mio kr. Vance varð valdur senatorur.

Á døgunum aftaná at russar løgdu á Ukraina í 2022 segði Vance, sum tá var kandidatur til valið til Senatið: ”Eg skal vera heilt erligur, eg eri púrasta líkasælur, hvat hendir vi Ukraina, bæði so og so”.

Annars var Vance frammanundan ein av mest markantu mótstøðumonnunum hjá Trump. Í 2016 samanbar hann Trump við Hitler. Kallaði Trump idiot og ein skensil.

Hetta helt á til Vance fann útav, at tað loysti seg betur at stuðla Trump, so hann snaraði 180 stig og bleiv ein av dyggastu stuðlunum hjá Trump.

M.a. var hann millum teirra, sum 100% stuðlaði páhaldinum, at Biden stjól valið í 2020 og annars hálovaði Trump í einum og øllum.

Men Vance var eisini ateist. Men tað var skjótt ordnað. Hann fekk eina opinbering og bleiv katolik.

 

Ein fullborin opportonistur, púrasta uttan moral.

Kreml var sjálvsagt í ekstasu aftaná røðuna hjá Vance. Russisku miðlarnir vistu ikki hvørjum beini, teir skulu standa á. Europeisku fasistarnir gottaðu sær, Orban, Fico og allir hinir í góðum lag.

Kinesararnir á fundinum smírdust í skeggið saman við øllum umboðunum frá Global South.

Vesturheimurin er farin í tvíningarar, aftaná 80 ára langa alliansu. Tað tók Trump 3 vikur at sorla alliansuna.

 

Gjáranáttina bar av

Á pressufundi gjáranáttina helt Trump á við beinleiðis søgufalsan. Hann tvíhelt um, at tað var Ukraina, sum byrjaði syndarliga kríggið 24. februar 2022. Júst soleiðis, sum Hitler gjørdi 1. september 1939, tá týskarar løgdu á Poland.

Trump segði: ”Tit (Ukraina) hava verið har í trý ár. Tit skuldu havt endað kríggið aftaná trý ár. Tit skuldu ongantíð havt byrjað kríggið. Tit kundu havt gjørt eina avtalu”.

So legði hann eftir Zelensky. Hann skuldsetti Zelensky at hava ábyrgdina av, at kríggið ikki er endað fyri langari tíð síðani.

Eisini tvíhelt Trump um, at Zelensky als ikki hevur legimitet at vera forseti (júst páhaldið hjá Putin), tí Zelensky ikki hevði skrivað út val.

At Ukraina er í undantaksstøðu orsakað av ræðuligu krígsbrotsgerðini hjá russum, 100túsundir ukrainar eru í kríggi, at 8-9 mio. ukrainar eru flýddir vesturum og 5 mio. eru flýdd innlendis, tað kemur slettis ikki Trumpinum til hugs.

Eisini niðurgjørdi Trump Zelnsky við at halda uppá, at Zelensky bert hevur undirtøku frá 4% av ukrainum. Lodrætt ósatt.

Trupult er at gera veljarakanningar undir ræðslustøðuni í Ukraina, men allar veljarakanningar, tann seinasta í desember, vísa, at Zelensky hevur undirtøku frá meira enn 50% av ukrainum.

Spurdur í gjáranáttina, um hann skilir, at ukrainar eru vónbrotnir ikki at vera við í samráðingum við russar, svaraði Trump: ”…at ukrainar hava havt sæti við samráðingarborðið í trý ár. Hetta kundi lættliga verið loyst. Ein amatørur hevði fingið loysn á málinum, uttan at hava mist landaøki…”.

Seinnapatin í gjár var Trump aftur sera fúlur á Truth Social, har hann kallaði Zelensky ”ein toluligan komikara…. og ein diktator uttan val…”.

Og Trump helt fram:”Eg elski Ukraina, men Zelensky hevur gjørt eitt ræðuligt arbeiði, landið er sorlað og milliónir eru óneyðuga deyð – og soleiðis heldur fram….”.

Fyrstur at deila toyggið frá Trump var JD Vance… Eisini hótti Vance Zelensky í nátt, hevur Zelensky at Trump!

Hetta eru so forsetin og varaforsetin í USA. Har er einki sum eitur kurteisi, vinsemi og sannleiki – beint tvørturímóti.

Botnurin er náddur, nú Trump og hansara fólk sjónliga hava valt síðu, og uttan at rodna brúka propagangda, lygnir og talupapír hjá Kreml, og í sama andadrátti gera skilnaðin við Ukraina og Europa sum mál í sjálvum sær.

Seinast frættis, at Trump ætlar at svína út og karaktermyrða Zelensky við at gera set-up, sum skulu ”avdúka”, at Zelensky er korruptur.

Við Trump í Hvítu Húsunum er USA farið. Europa má klára seg sjálvt.

 

Bjarni Djurholm

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Torraskráin leygar­dagin
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025
Polarstjørnan upp á beint
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyf…
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tøm…
Framsýning í Spinnarí­num á Torradøgunum
Torraskráin fríggja­dagin
Epli og røtur av Sandi
- Hetta er byrjanin til nakað stórt
Dropar av Dýrari Tíð
Talvkapping á Torradøgunum
Næmingaráð­ini fingið búmerki