
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyftini
Í dag fer freistin at leggja mál fyri Løgtingið hesa tingsetuna, og síðani er bert ein einstøk full tingseta eftir av valskeiðnum. Í seinasta lagi í desember 2026 verður løgtingsval, uttan so at nýval verður áðrenn. Og undir einum valstríði verður Løgtingið sjálvsagt lagt stilt. Hetta merkir, at samgongan einans hevur eitt fult tingár eftir at fremja sín politikk. Og her kann bara staðfestast, at enn írestar heilt nógv, serliga hvat viðvíkir teimum ”størru” vallyftunum.
Styttri arbeiðsvika: Tingseturnar 2022/23, 2023/24 og í inniverandi tingsetu hevur verið sagt, at arbeitt verður við at stytta arbeiðsvikuna. Men enn hava vit onki ítøkiligt sæð, sum bendir á, at nakað hendir á økinum. At ”arbeitt verður við tí” er einans vorðið endurtikið ár eftir ár.
Grøna orkuskiftið: Er ikki komið nakað serligt áleiðis. Fyrr í vikuni meldaði Ruth Vang út, at elbilar framyvir fara at gjalda meira í vegskatti, so fíggjarliga insitamentið at leggja um til elbil minkar ella hvørvur tá. Longu í fjør fall stuðulin til at burturbeina oljufýr burtur. Og eins og við styttu arbeiðsvikuni sigur Landsstýrið framvegis, at ”arbeitt verður við málinum”, og at nýggj veðurlagslóg ikki kemur fyri Løgtingið hesa tingsetuna.
Haldførur búskapur: Framvegis hevur Landskassin stórt undirskot. Tá ið løgtingsfíggjarlógin fyri 2025 kom úr Fíggjarnevndini og varð samtykt á tingi, vísti hon eitt hall upp á 120 milliónir. Harvið hevur verið hall alt valskeiðið hjá sitandi samgongu, í miðal 3-siffrað milliónaupphædd á hvørjum ári.
Suðuroyartunnil: Í desember í 2022 lovaði Dennis Holm, at farast skuldi undir at bora Suðuroyartunnilin, áðrenn valskeiðið kom í helvt. Løgmaður reageraði við at taka málsøkið frá honum, og tá valskeiðið so kom í helvt í fjør, var framvegis ikki boraður ein tummi. Í mai í fjør boðaði Dennis Holm frá, at ”innan stutta tíð” skuldu bæði tekniska loysnin og fíggingarleisturin verða almenn, men tað hendi heldur ikki. Bæði spurningurin um linjuføring og um Skúvoynna hanga framvegis í leysum lofti, og tá má bara staðfestast, at vit enn eru við ”Start”-feltið.
MVG-frítøka (ella -minking) av ávísum matvørum: Til valið í 2022 segði Javnaðarflokkurin, at broytingar skuldu gerast í MVG-lógini, soleiðis at breyð, frukt, grønmeti og mjólk skuldu gerast bíligari at keypa. Enn er ongin broyting gjørd í MVG-lógini, og breyð, frukt, grønmeti og mjólk er ikki farin niður í prísi. Tvørturímóti hava vit hetta tíðarskeiðið upplivað prísvøkstur.
Russlandsavtalan uppsigast: Tað er helst ikki neyðugt at endurtaka, at hóast løgmansflokkurin lovaði at taka Føroyar úr fiskiveiðiavtaluni við Russland vegna innrásina í Ukraina, er hetta lyftið heldur ikki hildið. Tað tykist enntá vera heilt slept.
Dagførda fosturtøkulóg: Her hendi nakað margháttligt. Beint undan løgtingsvalinum, tann 6. desember 2022, skrivar eitt valevni Framsóknar, at ”Í Framsókn eru vit samd um, at fosturtøkulógin skal dagførast”. Landsstýrismaðurin fer so til verka og leggur uppskotið fyri Løgtingið – og tá atkvøða 2 av 3 tingfólkum hjá Framsókn ímóti – við tí úrsliti, at málið fellur! Landsstýrismaðurin nevndi síðani møguleikan fyri at leggja tað fram umaftur, men tað er so ikki hent enn.
Vanliga plagar ein at siga í politikki, at tey stóru málini helst skulu avgreiðast í fyrru helvt av valskeiðnum og so verður seinna helvtin meira umsitingarlig. Men her kunnu vit bara staðfesta, at sitandi samgonga hevur valt at útseta flestu stórmálini hjá sær til seinastu tingsetuna av valskeiðnum. Tað verður tí uttan iva eitt rokmikið og baldrut seinasta fulla tingár.