Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svimjiskúlin hjá Ægir er ársins átak

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  27.02.2025 - 12:08 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Mikukvøldið bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttafeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum. Endamálið við afturvendandi tiltakinum, er at savna øll feløg til íblástur og at heiðra sjálvbodna arbeiðinum. Øll 16 feløg vóru umboðað til tiltakið.

 

Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, og Signhild Johannesen, forkvinnu í mentanarnevndini, og ein gestarøða frá Jon Heystoy, fyrrverandi úrvals svimjara og formanni í Svimjisambandi Føroya.

Harafturat var eisini sangur og tvær samrøður vístar á stórskíggja. Samrøðurnar vóru við Kristian Bjartalíð, formanni, venjara og íðkara í Hávi, og við Onnu Lovisu Mýri, triatlon íðkara. Eftir steðgin vóru heiðranir á skránni.

Feløgini, sum vórðu heiðraði, vóru Ægir fyri ársins átak, Klaksvíkar Talvfelag fyri ársins felagsskapur, kurvabóltsfelagið Hávur fyri ársins menningar-lop.

Umframt feløgini, fekk Eileen Matras heiðurin ársins eldsál. Heiðurin fekk hon fyri hennara áhaldandi ídni í felagnum Treysti.

Áðrenn Eileen bleiv rópt upp, segði Signhild Johannesen soleiðis um ársins eldsál:

Ársins eldsál er ein sólstrála. Hon lýsir upp, har hon er. Hon er heit av lyndi, og passar hetta væl saman við hennara fjálgu persónseginleikum.

Alt ber til, og um tað ikki ber til, so fáa vit tað at rigga kortini. Hon er altíð klár at hjálpa, tí hjá henni er ongin uppgáva ov lítil og ongin ov stór.

Hon sigur tingini, sum tey eru, og tú veitst altíð, hvar tú hevur hana. Umsorganin fyri øðrum menniskjum er so ómetaliga stór, og hetta sæst eisini aftur í hennara ótroyttiliga arbeiði, sum hon í nógv ár hevur lagt í felagið.  

Ársins eldsál er: Eileen Matras

Klaksvíkar kommuna ynskir at takka øllum feløgunum fyri kvøldið, og fyri tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum hvønn dag verður gjørt í feløgunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…