Motorsagin kann vinna næsta løgtingsval
Fyrr hava vit tosað um runnatrimmarar og plenuklipparar, og tað tykist vera uppstigað til motorsagir í bæði Argentina og USA. Argentiski forsetin fór til val uppá at kuta tann almenna yvirbygnaðin niður, og vann valið. Meðan ES-búskapurin dragnar í mun til tann kinesiska og tann amerikanska, er tað kortini bureaukratiskt tunga ES, sum Føroyar ikki bara royna at líkjast, men at yvirhála, tá tað kemur til tunga umsiting og umfatandi eftirlitisskipanir.
Hans Ellefsen, lektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, skrivar í lesarabrævi, at Føroyar hava eina haldførisavbjóðing, tí inntøkurnar standa ikki mát við útreiðslurnar komandi árini. Tann parturin er eisini rættur. Men ”loysnin”, hann skjýtur upp, er ikki at gera nakað við útreiðslurnar, men í staðin at taka uppaftur meira pening inn frá alivinnuni og fiskivinnuni til at dekka hesar vaksandi almennu útreiðslurnar.
Tað fekk Heðin Joensen at fara til knappaborðið at vísa á, at almenni sektorurin í Føroyum er alt í verðini ov stórur – ja, 30% størri enn tann danski, sum frammanundan telist millum teir størstu í Europa í mun til fólkatalið. Og Heðin vísir eisini á dømi um, at tað ikki er virðisøking ella marknaðarkreftum fyri at takka:
Heldur eru tað politisk inntriv í arbeiðsmarknaðin, sum hava økt um útreiðsluvøksturin. Sitandi samgonga fór politiskt inn og ásetti eitt lønarlyft til útvaldar bólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað gjørdi sjálvandi, at privati arbeiðsmarknaðurin mátti fylgja við, tí annars var hann ikki kappingarførur. Eftir eitt drúgvt verkfall í 2024 mátti privati arbeiðsmarknaðurin tí eisini geva eitt lønarlyft. Við teimum avleiðingum fyri prísvøkstur, sum tað nú einaferð hevur.
Men politiska skipanin steðgar ikki her. Næst á skránni er styttri arbeiðsvika, ið – sum tað ljóðar – skal enda við, at ein so við og við fær fulla vikuløn fyri 37 tímar heldur enn fyri 40 tímar sum í dag. Aftur her er tað eitt politiskt inntriv, sum økir um útreiðslurnar til almenna sektorin. Arbeiðsgevarafelagið meldaði prompte út við, at teir ikki vildu hava nakað við styttri arbeiðsviku at gera. Men fær almenni arbeiðsmarknaðurin fulla vikuløn fyri 37 tímar, so er tað enn eina ferð kappingaravlagandi yvirfyri privatu vinnuni, sum fær torførari við at fáa fólk, tí treytirnar eru so nógv betri innanfyri tað almenna.
Og so fáa vit nokk enn eitt drúgvt verkfall, ið aftur kann enda við, at tey privatu mugu fylgja tropp og innføra politiskt styttu arbeiðsvikuna omaná politiskt ásetta lønarlyftið.
Tað er ein gáta, hvussu búskaparfrøðingar kunnu halda seg so kúrrar um tílík politisk inntriv í marknaðin, og einans skjóta upp, at farið verður eftir meira pengum frá ali- og fiskivinnuni at gjalda fyri almenna eykakostnaðin av somu politisku inntrivum. Tað eigur at vera búskaparfrøðiligur barnalærdómur, at politiska skipanin ikki skal áseta lønir, men at tað er marknaðurin, skal finna fram til eitt hóskandi lønarlag og arbeiðstíðaravtalu. Men eftir øllum at døma er tað ikki barnalærdómur hjá føroyskum búskaparfrøðingum.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spyr, um Føroyar eru á veg at gerast eitt skrivstovuveldi, og spurningurin er retoriskur, tí í restini av greinini vísir hann á, at Føroyar kritikkleyst hava kopierað bureaukratiskar ES-fyriskipanir, meðan/hóast ES dragnar afturút búskaparliga í mun til Kina og USA, sum storma fram. Reglurnar hjá ES bæði køva og tarna nærmast øllum vinnuligum fyritakssemi, sigur tingmaðurin.
Geopolitiska støðan sær út til at hava gjørt, at alsamt fleiri føroyingar nú hava fingið eyguni upp fyri, at leisturin við politiskum lønarlyftum og politiskt ásettari arbeiðstíð ikki er haldbærur, als ikki tá ”loysnin” uppá hendan politiska útreiðsluvøksturin bara er at økja um tilfeingisgjøld og tøkugjøld, so hvørt tað almenna økir um raksturin. Tað kann ikki blíva við.
Vit kunnu velja ímillum at steðga á nú og tálma almennu útreiðslunum spakuliga, men støðufast, ella at halda á við fullari ferð á politisku/almennu rakstrarøkingini og krasja í ein múr og so muga byggja alt upp aftur úr einum svørtum holi. Veljarakanningarnar eru longu farnar at tekna eina mynd av, hvat av hesum føroyski veljarin helst vil. Og greinin hjá Erhardi Joensen kann væl síggjast sum fyrsta valgreinin til komandi løgtingsval, tí hann hevur fangað hendan sama fólkaviljan.
Vilja vit stýrast út av eggini av politikarum og búskaparfrøðingum, um bert teir syrgja fyri, at túrurin útav var ordiliga stuttligur, ella velja vit motorsagina sum neyðugt amboð til at byggja land? Tað er mikið møguligt, at komandi løgtingsval fer at snúgva seg um hesar møguleikarnar.