Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tríggir sterkastu talvunglingarnir í Norðurlondum. Føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol høgrumegin.

Luitjen aftur NM-silvur

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  03.03.2025 - 23:22 Ítrottur Tíðindi

19 ára gamli føroyameistarin í talvi, Luitjen Akselsson Apol, er millum fremstu unglingatelvarar í norðurlondum.

 

Í NM-kappingini í Íslandi í februar endaði føroyameistarin nummar tvey í elsta flokkinum. Hann fekk fimm stig, telvað vóru seks umfør í øllum bólkum. Hann vann fýra talv, tvey endaðu jøvn.


Luitjen kappaðist við báðar íslendsku telvararnar í bólkinum um sigurin. Favoritturin, Aleksandr Domalchuk-Jonasson, vann. Hann er longu altjóða meistari og táttar í 2400 í rating. Hann vann alt uttan talvið móti Luitjen, sum endaði remis.


Nummar trý var annar íslendski telvarin í bólkinum, Benedikt Briem, sum næstan hevur 2200 í rating. Til stuttleikar kann nevnast, at abbarnir hjá nummar tvey og trý í elsta NM-bólkinum hava telvað sínamillum í síni tíð. Tað var í fyrsta landsdystinum millum Ísland og Føroyar í Reykjavík í 1975. Tá vann táverandi føroyameistarin, Luitjen Apol - abbi núverandi føroyameistara við sama navni - á Stefan Briem, abba Benedikt Briem. Tað var eitt av fáu talvunum í dystinum yvir tíggju borð, sum føroyingar vunnu móti sterka íslendska liðnum.


Annars er at siga, at annað føroyska umboðið í hesum flokkinum var Rógvi Heinason Olsen - sonur fleirfalda føroyameistaran Heina Olsen. Rógvi stóð seg væl og fekk hálvtriðja stig á áttanda plássi. Rógvi var styrkismettur nummar tíggju. Rógvi vann óvæntað føroysku úttøkukappingina, og tað kostaði Jón í Horni Nielsen plássið í Íslandi.


Hetta er triðja ferðin, at Luitjen Akselsson Apol er næstfremstur í NM-kappingum í unglingatalvi. Tað var hann eisini í fjør, og í 2019, tá í lægri aldursbólki. Tvær ferðir hevur hann verið nummar trý - í 2021 og 2023. Enn hevur ikki eydnast honum at vinna, men hann hevur ein møguleika aftrat, tí um eitt ár kann hann kappast fyri seinastu ferð, áðrenn hann fellur fyri aldursmarkinum.

 


Luitjen - og so hini


Tað er ikki yvir at dylja, at føroyameistarin skarar framúr av okkara yngri telvarum. Hann er tann einasti, sum er mentur at gera seg galdandi í norðurlendsku kappingunum. Føroyar eru kortini umboðaðar í øllum aldursflokkum saman við hinum norðurlondunum, ið eisini hava tveir telvarar í hvørjum flokki.


Føroysku telvararnir avrikaðu yvirhøvur í góðum samsvari við styrkitalið og styrkismetingina. Í B-bólkinum endaðu føroysku umboðini á tíggjunda og ellinta plássi, sum teir eisini vórðu styrkismettar at enda. Í C-bólkinum høvdu okkara telvarar lægri styrkitøl enn hinir tíggju telvararnir, og teir endaðu á aftastu plássunum í bólkinum. Nakað tað sama gjørdi seg galdandi í D-bólkinum, har eydnaðist øðrum av føroysku telvarunum at troka ein við hægri styrkitali av. Soleiðis var eisini í yngsta flokkinum.


Í løtuni røkist tí lítið fyri, at føroyskir unglingatelvarar fara at vinna heiðursmerki í norðurlendsku kappingunum komandi árini uttan so, at onkur av teimum yngstu fer at taka seg nógv fram. Føroyar hava fyrr vunnið heiðursmerki í hesum kappingunum, nevnast kunnu Flóvin Tór Næs og Olaf Berg, og ikki at gloyma Helgi Dam Ziska, sum sigraði bæði í U-16 bólkinum og U-20 bólkinum fyri teir elstu.


Spennandi verður, um Luitjen ger honum kynstrið eftir um eitt ár. 

 

NM í ungdómstalvi 2025 í Íslandi


A-bólkurin - U-20
1. IM 2370 Aleksandr Domalchuk-Jonasson, Ísland 5½ stig
2. FM 2317 Luitjen Akselsson Apol, Føroyar 5
3. Benedikt Briem 2193, Ísland 4


8. Rógvi Heinason Olsen 1850, Føroyar 2½
12 telvarar í alt


B-bólkurin - U-17
1. Aku Salonen 2212, Finnland 5 stig


10. Rókur Davidsen, 1871 Føroyar 2½
11. Petur G. Magnussen, 1886 Føroyar 2
12 telvarar í alt


C-bólkurin - U-15
1. Evsuld Myagmarsuren 2296, Norra 5½ stig


11. Jamil Emil Jakobsen 1680, Føroyar 1½
12. Jamil Oskar Jakobsen 1523, Føroyar ½
12 telvarar í alt


D-bólkurin - U-13
1. Isai Sivaparan 1844, Norra


10. Dávid Lútzen, 1471 Føroyar, 1½
12. Djóni F. Jacobsen, Føroyar ½
12 telvarar í alt


E-bólkurin - U-11
1. Yiming Zhang 1922, Finnland 5½ stig


10. Lisa J. Xin 1549, Føroyar 1½
11. Baldur B. Jørgensen, Føroyar 1½
12 telvarar í alt

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Luitjen aftur NM-silvur
Komið øll við á Djúpumýru
Veðrið í vikuni
Aðalfundur Føroya Lærara­felags
Norðlýsið á gøtuni
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur a…
Annika Biskopstø virkandi borgar­stjóri
Kvinnudagur í Varpinum 8. Mars!
Fiskaklettur hevði góð 19.000 pund
Christian í Grótinum sett met í Fuglafir…
Ein dagur hjá húsavørðunum
Tøkk - Karla Óluva Fríðborg Johannesen
Team Klaksvík fekk fyrsta stigið hetta k…
Kvinnur­nar endurvunnu stórsteypið
Norðoya Bjargingar­felag hevur aðalfund
Atlantic Mission vitjar í Betesda í kvøl…
Føstulávintstiltak í KÍ høllini
KÍ fekk HB í steypakappingini
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini funnin!
KÍ spælir stórsteypadyst í dag