Kvinnurnar endurvunnu stórsteypið
Við 2-1 sigri á NSÍ hava okkara kvinnur endurvunnið stórsteypið triðja árið á rað.
NSÍ legði hart út og átti teir fyrstu 10-15 minuttirnar av dystinum. Okkara kvinnur ótu seg tó spakuliga inn í dystin og stýrdu meir ella minni restina av fyrra hálvleiki. Okkara kvinnur vóru naskari og nærri við at skorða. NSÍ ressaist tó eitt sindur stutt fyri steðgin, tó uttan at fáa nakað mál. Tað liðini fóru til hálvleiks var støðan 0-0.
Okkara kvinnur løgdu sera bragdliga fyri í seinna hálvleiki. KÍ trýstið virkaði væl og tóktist hetta at ørkymla NSÍ liðið nakað. Men okkara kvinnur fingu onki burturúr trýstinum og so hendi tað sum ikki skuldi henda. NSÍ verjan sendir eina langa sending afturum KÍ verjuna og so var Heidi Sevdal leys og kundi leggja NSÍ á odda 1-0. Als ikki í tráð við leikgongdina í seinna hálvleiki. Løtu seinni kundi NSÍ lagt seg á odda 2-0, men tvørtræið bjargaði.
Okkara kvinnur fingu fóta sær aftur og 9 minuttir eftir at NSÍ legði seg á odda, fingu vit eitt perlumál frá Duritu Hummeland, sum úr spískum vinkli sendi eitt skot innfyri, kanska ætla sum innlegg, men bólturin hevði beina kós í NSÍ málið. Eitt framúr vakurt mál.
Málið setta gongd á okkara kvinnur og longu 5 minuttir eftir útjavnandi málið, kundi Eyðvør Klakkstein økja til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Alt í alt ein fult uppiborin sigur til okkara kvinnur.
Sostatt fekk okkara nýggi venjari Allan Drost saman við venjaratoyminum og KÍ kvinnunum eina góða byrjan uppá kappingarárið 2025.
Tillukku við sigrinum.
KOYR Á KÍ!