Lýsing
Lýsing
Lýsing

StÍF hevði munin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.03.2025 - 21:04 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað gekk ógvuliga javnt á allan fyrra hálvleik, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og StÍF hittust í KÍ-høllini í dag. Liðini skiftust um at skora og at hava leiðsluna, tó fekk StÍF eina leiðslu uppá tvey mál, beint fyri hálvleik, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 16-14 til StÍF.

Sum so mangan, so kom Stjørnan ikki væl frá byrjan av seinna hálvleiki, og tá leiktir vóru sjey minuttir av seinna hálvleiki, hevði StÍF økt um leiðsluna til 19-14. Stjørnan royndi at svara aftur, og tá fimm minuttir vóru eftir at leika, var leiðslan hjá StÍF minkað til tvey mál, støðan var tá 21-23 til StÍF, men nærri kom Stjørnan ikki, hóast møguleikarnir vóru har, m.a. bleiv eitt brotskast og upplagdur møguleiki misnýtt. Endaliga úrslitið gjørdist, at StÍF vann dystin 26-23.

Enn hevur Stjørnan møguleika at koma í endaspælið, men skulu dystirnir ímóti EB og VB vinnast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…