Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ vann 3-1 uttan sannførandi avrik

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.03.2025 - 18:22 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað sá ikki sannførandi út, men KÍ fekk stigini í fyrsta landskappingardystinum móti 07 Vestur.

KÍ kom á odda 1-0 við máli nr. 200 frá Páll A. Klettskarð, men løtu seinni javnaði 07 Vestur, tá teir spældu seg lætt gjøgnum KÍ-verjuna. Stutt eftir hálvleikssteðgin skoraði Páll aftur. 2-1 til KÍ helt leingi, men 07 Vestur hevði tveir stórar málmøguleikar at javna, men inn vildi bólturin ikki. Ístaðin økti KÍ í longdu leiktíðini við máli frá Deni Pavlovic eftir hornaspark.

KÍ var lítið sannførandi hendan dystin. Spælið hekk ikki saman og leikferðin var lægri enn vit hava sæð í venjingardystunum. Skapandi parturin á liðnum haltar, serliga tá Árni Frederiksberg ikki fær spælt við fullari ferð. Stigini fær KÍ brúkt og vit sóu í hinum dystunum, at tað ikki bara var KÍ av vanligu topp 5 liðunum, sum hevði tað torført.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her