Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri Banki: Ársúrslit á 290 mió. kr.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.03.2025 - 15:57 Tíðindi

Betri Banki kunnger í dag roknskapin fyri 2024. Árið var sum heild merkt av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá bankanum og avlopið gjørdist 290 mió. kr.

 

Útlánini vuksu í 2024 við 5,5%, og merkti hetta øktar rentu­inntøkur. Harnæst fekk bankin eitt gott avkast av sínum íløgum í 2024. Og samstundis sum inntøkurnar eru vaksnar, eru útreiðslurnar ikki vaksnar við somu ferð sum inn­tøkurnar.

“Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2024”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka. “Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um gjaldførið og kapitalgrundarlagið hjá bankanum, og hetta er eydnast. Vit hava megnað at økt okkara útlán við omanfyri 2 mia. krónum seinastu 4 árini. Hetta er gjørligt, tí at bankin hevur trúgvar innlánarar, eina stóra eginogn, gott gjaldføri og eitt gott lønsemi.''

Betri Banki væntar, at 2025 verður lakari enn 2024. Høvuðsorsøkin til hetta er, at renturnar eru lækkaðar í 2024 og 2025.

Árið í stuttum:

                      • Ársúrslitið: 290 mió. krónur
                      • Úrslitið áðrenn skatt: 351 mió. krónur
                      • Fíggjarstøðan javnvigar við 12.360 mió. krónur
                      • Útlán: 8.579 mió. krónur
                      • Innlán: 9.469 mió. krónur
                      • Eginpeningur: 2.554 mió. krónur
                      • Kjarnukapitalprosent við árslok er 36,6%

Tú kanst lesa allan roknskapin fyri 2024 her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…