
Tak ikki veiðirættin frá veiðimanninum
Við nýggja uppskotinum um skerjing av veiðitíðini eftir fugli er Løgtingið í ferð við at kollsigla ta føroysku fuglaveiðimentanina, sigur veiðimaðurin Hjaltur Poulsen, sum heldur tað gerast heilt ósambæriligt at vera sjómaður og so at kunna skjóta fugl, tí tíðarskeiðið, sum skert verður burtur, er júst tað besta til at skjóta fugl í. Nú ”Stuttflutt” er ársins orð, er tað løgið, at man skal forkoma stórum parti av føroysku fuglaveiðimentanini og leggja upp til, at føroyingar heldur skulu keypa innfluttar høsnarungar úr kølidiskunum
Á Løgtingi hevur 1. viðgerð av einum lógaruppskoti um at skerja veiðitíðina eftir fugli júst verið. Hjaltur Poulsen, sum er veiðimaður burturav, bæði eftir fugli og fiski, heldur lítið um uppskotið. Serliga er tað tað, at veiðitíðin verður skerd 20 dagar fyrst í vertíðini, sum fer at hava keðiligar fylgjur. Ætlanin er nevniliga at flyta byrjanina av veiðitíðini frá 1. oktober til 20. oktober. Vit hava biðið hann um at grundgeva fyri, hvat er galið við tí:
– ”Politikararnir velja júst ta bestu veiðitíðina til at skerja burturav. Teir skerja nominelt 40% av veiðitíðini, men hava lagt tað soleiðis árstíðarliga, at 80% av vertíðini verður skerd burtur. Vit skjóta nógv mest í teirri tíðini, sum teir nú skerja. Allir tingmenninir, sum tóku orðið hendan dagin, søgdu seg sjálvar vera veiðimenn, men felags fyri teir er eisini, at teir arbeiða á landi. Teir hava ongi skipsboð at hugsa um”, sigur Hjaltur. Víðari sigur hann:
– ”Vit eru nógvir veiðimenn, sum eisini eru sjómenn, og vit verða heilt øðrvísi raktir. Eg kann til dømis fáa skipsboð 20. oktober og koma heim aftur fyrst í desember, og tá er ongin fuglur eftir at skjóta, tí vertíðin er av. Higartil hevur mann kunnað fingið sær fleiri trivalig kók í boksina í fyrru helvt av oktober, og so farið til skips 20. oktober, men við hesi lógarbroytingini verður tann møguleikin burtur. Vit skjóta til húsbrúks, og so fáa onkrir vinir og kenningar onkran fuglin burturav, og tað er tað. Og tað er ikki fyrst og fremst føroyskan fugl, vit skjóta. Vit skjóta nakað av lunda – ikki føroyskum lunda – men fyri tað mesta er talan um álku”, sigur hann, og leggur afturat:
– ”Teir velja at skerja fyrstu veiðitíðina við tjúgu døgum, og tað hevur álvarsamar avleiðingar. Tingmenninir hildu fyri undir viðgerðini, at tað onki mundi bila, um man skerjir 20 dagar av fyrstu veiðitíðini, og argumentið var, at fuglurin er so staputur tá kortini. Men nú havi eg roytimaskinu, og kann siga, at tað passar ikki. Álkurnar hava bert onkran einstakan stapa”, veit Hjaltur Poulsen at siga. Spurdur um hvør orsøkin til uppskotið so kann vera, metir hann:
– ”Hetta botnar helst í klandri. Tað eru onkrir menn, sum hava ilt í dintlinum av tí, sum vit gera, og tað eru serliga teir menninir, sum sita í urðunum og fleyga føroyskan lunda, sum hava fingið Høgna Hoydal til at skriva hetta uppskotið. Tað, sum vit veiða, er ikki føroyskur fuglur. Tað er staðfest við loggarum, sum eru settir á lundarnar. Frá 1. oktober til 1. februar er ikki ein tann einasti føroyskur lundi í føroyskum sjógvi. Ikki ein. Teir eru allir vestan fyri Írland, umframt ein lítil bólkur, sum er vestan fyri Hetland. Og ikki fyrrenn fyrstu vikuna í januar ber til at fáa føroyskar lomvigar. Heldur ikki álkurnar, vit skjóta, eru føroyskar – har finnast nøkur føroysk álkupør, men tað eru ikki tey, vit skjóta. Gjørdu vit tað, vóru tær langt síðani útdeyðar”, útgreinar Hjaltur, sum eisini fýlist á, at ikki verður lurtað eftir teimum:
– ”Veiðifelagið hevur sent eitt hoyringarsvar, og tað er blivið lisið, men politikararnir blíva við at hanga seg í vertíðina við at siga, at tað ikki bilar nakað at stytta hana, tí fuglurin skal vera so staputur tá kortini, men tað er altso ikki rætt. Um ein mánað fær felagið kanska 20 minuttir at fortelja politikarunum um sína støðu. Men mín meining er, at tað er skeivt at stytta veiðitíðina. Eitt, ið man kundi gjørt í staðin, var at útskriva veiðiloyvi, har veiðimenn, sum sigla úti, kundu fingið loyvi at skotið frá 1. oktober av. Tí tað eru serliga sjómenninir, sum verða skerdir við hesum”, sigur hann, sum eisini væntar at uppskotið fær keðiligar avleiðingar fyri sjálva veiðimentanina í Føroyum:
– ”Hetta er ein týðandi partur av matvørugrundarlagnum í árinum hjá einum veiðimanni. Hesin fuglurin er sunnudagsdøgurði hjá veiðimanna-familjuni, og tað er arvað niður gjøgnum ættarliðini í teimum familjunum. Tað er ikki bara svartfuglur, men eisini bakar, ritur og skúgvar, og teir eru stak góðir fuglar til mat”, sigur Hjaltur Poulsen at enda.