Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðmerking til Páll á Reynatúgvu

SKRIVAÐ: Regin Jacobsen  |  12.03.2025 - 15:10 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Ikki var tað ætlanin at samrøða mín við Norðlýsið skuldi stoyta nakran, men Páll á Reynatúgvu sær út at hava tikið hetta til sín.

 

Greinin hjá Páll á vp.fo endar við at hann – altso Páll á Reynatúgvu -  saman við Honnu Jensen bakkaðu upp um ætlanina við føroyska lívfiskinum - og harvið at bjargað hesum frá at doyggja út. Eisini nevnir Páll eina røð av øðrum góðum fólkum.

Nú var samrøðan við Norðlýsi ein samrøða við fokus á útbyggingarnar av lívfiskastøðum hjá Bakkafrost á Kallsoynni og Svínoynni, og kanska eisini útjaðaramenning og annars eina jaliga tilgongd í alivinnuni.

Mín staðfesting var og er framvegis, at um Poul Michelsen ikki hevði verið so ágrýtin og jaligur í hesum máli, so hevði føroyski fiskurin doyð út - og einki mál hevði komið til løgtingið at viðgjørt.

Eg var sjálvur á fundi við Poul, og um hann ikki var so spentur og jaligur um hetta mál, so var einki mál komið til løgtingið at viðgera - tí Vinnumálaráðið sum eigari av Fiskaaling hevði longu í 2010 tikið støðu til at steðga við føroyska laksinum, og lagt um at brúka norskan laks. Sostatt vóru øll laksarogn, sum alivinnan keypti í fleiri ár einans frá Noregi og seinni Íslandi.

Seinastu - og einasta eftirlivandi - avkom frá føroyska laksinum gingu um hetta mundi í alibrúkum hjá Bakkafrost, og seinasta útkall at gera nakað var júst tá - og serliga góður vilji og skjótur atburður skuldi til hjá Vinnumálaráðnum fyri at hetta kundi lata seg gera.

Um vit nú skulu taka í endan sum Páll nevnir, so er tað sjálvandi rætt at tá ein landsstýrismaður skal hava eitt mál ígjøgnum, so skal eitt politiskt bakland til - í hesum føri var tað politiska baklandið í Løgtinginum, sum tíbetur stóð saman um málið - tøkk fyri tað!

At vit hava okkara egna føroyska lívfisk, sum vit eiga rættindini til, kann koma at hava stóran týdning fyri alivinnuna framyvir, bæði sum tilbúgving, branding og ikki minst, at vit hava eitt gott kappingarføri í vinnuni.

So takk til tín Páll og tykkum sum annars bakkaðu upp um hesa ætlan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…