Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ferðalagið frá Vágs kommunu – frá vinstru: Olgar Skorastein, málsviðgeri, Linn Augustinussen, tekniskur leiðari, Bjarni Johansen, borgarstjóri, Petry Mortensen, kommunuskrivari. Linda Kjærbo-Veyhe, lønarumsitari. Gunnvá Bjarkhamar, málsviðgeri teknisku deild, Esther Suðuroy, bókhaldari og Petur Vágsgarð, arbeiðsformaður. | Mynd: Dávur Winther

Petur vísti starvsfeløgum sínum heimstaðin

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  14.03.2025 - 21:43 Mentan Myndarøð Tíðindi

Herfyri ringdi Petur Vágsgarð, sum býr og starvast í Vági, um til bar at vísa starvsfeløgum sínum ein part av míðbýnum í Klaksvík.

Jú, tað var gaman í, og komu tey í dag - átta í tali frá Vágs kommunu, har Petur er arbeiðsformaður hjá kommununi.

Dagurin byrjaði við, at tey ómakaleyst fóru Norður um Fjall at vitja Livar Nysted, sum visti teimum hópin av list, hann hevði í málingastovu síni.

Síðani ein betri bita á Kafé Fríðu. Eftir tað tók Sonja Kjølbro í móti við einum kaffimunni í heimsins vakrasta neysti.

Umstøðurnar í neystinum hugtóku gestirnar - og sum ikki einaferð fyrr - serliga listaverkið hjá Edwardi Fuglø breyt øll mørk. Eisini hugaligt at síggja hvussu Fróði Waag við nærlagni, hegnisliga pussaði tann eina bátin, áðrenn hann verður sproytaður ein av fyrstu døgunum.

Jú, bátarnir eru langt síðani flotaðir, og summari er í væntu hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

Frá neystinum vitjaðu vit nærmasta grannan, hotellið í miðbýnum. Vágbingarnir fingu eina skjóta og góða frágreiðing frá Sørmund Kalsø, sum er byggileiðari á hesum sera spennandi byggjaríi.

Tað gongur skjótt at blaða seg uppeftir við súlum og betonplátum. Tað besta av øllum er, at inni á teimum 83 kømrunum verða settir liðugt gjørdir wc-klivar, klárir at seta vatn-, ljós- og kloakkleiðingar til.

Sørmund var rættiliga varin við at koma við nakrari tíðarætlan fyri, nær hotellið verður liðugt. Men vitandi at upprunaliga tíðarætlanin segði des. 2025, so loyva vit og gestirnir okkum at gita, at hetta snotiliga far av einum hotelli, sum stendur út í sjógvin, verður liðugt móti sumri 2026. (hetta fyri rithøvundans rokning)

So lá leiðin yvir í Húsarhaldsskúlan, sum nærkast at verða tikin í brúk nú fyri summarið. Eftirspurningurin er metstórur. Tó at teir fyrstu 35 næmingarnir longu eru uppskrivaðir, standa enn 100 á bíðilista! So áðrenn skúlin er liðugur, er hann ov lítil, kanst tú siga.

Alt inni tekur tíðiligt skap og málarnir, sum vanliga eru teir síðstu hondverkararnir, gingu títtir um hvønn annan.

Har eru 22 ógvuliga rúmlig kømur við wc inni, og afturat teimum tvey fyri koyristólsbrúkarar.

Ein rættiliga spennandi bygningur við frálíkari staðseting - mitt í býnum, við allar besta útsýni. Her kemur ungdómurin við vissu at trívast væl.

Vágbingarnir komu við einum góðum hugskoti: Kanska áttu tit eisini at skipa fyri einum húsarhaldsskúla skeiði bert fyri dreingir!?

Leiðin lá nú yvir í Varpið, har tey vildu hava eina frágreiðing um netið, sum var uttaná bygninginum. Tá ið tað var partur av ímyndini av fiskivinnuhøvuðsstaðinum, Klaksvík, við m.a. troli, og tað annars kundi vera ljós aftanfyri, skiltu gestirnir betri.

Komin inn í stóru og vøkru høllina, undraðust gestirnir og settu seg bara upp afturá í vøkru reyðu stólunum at skoða verkið. Hetta er fantastoskt!

Tey sóu alt húsið og sluppu eisini at ganga uppi á teknikbrúnum, samstundis sum FMA-fólk so smátt vóru farin at rigga til.

Petur og starvsfelagir hansara vóru sannførdir um, at hetta var eitt hús og høll í heimsflokki.

Starvsfelagirnir hjá Peturi Vágsgarð, sum tíðiliga vóru góðir við hann og hildu nógv av honum, so beinasamur og dugnaligur, hann er, hildu við hann: ”Jú, tað passar sum tú sigur, Pedor: Tygor eru fantastiskor her norðuri”!

Tey takkaðu hjartaliga fyri dagin, sum hevði verið teimum góður. Tey lovaðu at passa væl uppá Petur, sum tey hildu nógv av, tó at hann enn ikki heilt dugdi suðuroyarmál.

Ferðalagið frá Vágs kommunu – frá vinstru: Olgar Skorastein, málsviðgeri, Linn Augustinussen, tekniskur leiðari, Bjarni Johansen, borgarstjóri, Petry Mortensen, kommunuskrivari. Linda Kjærbo-Veyhe, lønarumsitari. Gunnvá Bjarkhamar, málsviðgeri teknisku deild, Esther Suðuroy, bókhaldari og Petur Vágsgarð, arbeiðsformaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Petur vísti starvsfeløgum sínum heimstað…
Faroe Ship kunningarfund í Norð­havnini
Swardi á Summar Festival
Samrøða við Eirikur Í Jákups­stovu
Fíggjar­mála­ráðið og Ljósmøðra­felag Føroy…
Dizzy Mizz Lizzy á Torsfest
Tøkk - Erling Joensen
Samrøða við Benjamin Rajani
Samrøða við BBE
Tónlistarskóli Árnesinga vitjar Klaksvík…
Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamf…
Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stakkavík góð 6.000 pund
Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent
Nýggjan arbeiðara­flokk?
Tá Fotostudio lat upp, og alt lukkaði ni…
Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum
Smáu snúsposar­nir gera stóran skaða
Verkafólk eru slept upp á fjall 
Lands­fundur: Sambands­fólk savnast í Salt