Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur dokumentarur um Heðin Brú

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.03.2025 - 13:53 Mentan Tíðindi

Fyrri partur av sending um Heðin Brú verður sendur í sjónvarpinum í kvøld

 

 

Rithøvundurin Heðin Brú mundi eiga innivist í stovuni í mongum føroyskum heimi í sínari tíð.

Í nógvum húsum sóust allar hansara bøkur standandi á hillunum. Skaldsøgur og stuttsøgusøvn í einari røð.

Føroyingar lósu Heðin Brú. Hann skrivaði søgur, sum fólk kendu seg aftur í og tóku til sín.

Av føroyskum prosahøvundum var hann kanska tann, sum føroyingar í drúgt áramál vóru bestir við.

 

Týddur til fleiri fremmandamál

"Feðgar á ferð", ið fleiri ferðir var lisin sum framhaldssøga í útvarpinum, hevur vunnið støðu sum klassikari í føroyskum bókmentum.

Bøkur hansara vóru eisini týddar til fleiri fremmandamál og lisnar víða hvar.

Hann verður framvegis mettur sum eitt av mætastu prosaskaldum, ið skrivað hevur á føroyskum.

 

Var landbúnaðarráðgevi

Heðin Brú var listamannaheiti, ið Hans Jákup Jacobsen (1901-1987) fekk sær. Hann var føddur og vaks upp í Skálavík fyrst í farnu øld.

Eftir nøkur ár til skips og ein vetur á háskúla í Havn helt hann seg hava ráð at fara burtur at lesa.

Í 1928 tók hann prógv sum búnaðarfrøðingur í Danmark.

Heimkomin fór hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, í 1942 tók hann við sum landbúnaðarráðgevi. Tað gjørdist hansara lívsstarv, skrivingina fekst hann við í fríløtum.

 

Heimbygdin kendist ov trong

Undirheitið á fyrra partinum, "Loystur úr fjøtrum", sipar til strev høvundans at frígera seg frá øllum teimum, ið leggja honum meinbogar í vegin at halga seg til skaldskapin.

Heimbygdin kennist honum ov trong, hann vil út um bøgarðarnar at royna flogið.

Ikki fyrr enn hann er staddur í Danmark, tekur hann dik á seg og fer av álvara undir at skriva. Men søgurnar, ið bilgjast innan í honum, spretta úr heimbygdini. Tað er føroyska fólkið og bygdalívið í Føroyum, sum Heðin Brú fyrst og fremst skrivar um.

Tað eru Suni Merkistein og Hans Petur Hansen, sum leggja til rættis nýggju dokumentarrøðina í tvinnanda pørtum um Heðin Brú.


Hvat: Heðin Brú 1:2
Hvar: í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: í dag, hósdag, eftir Dag og viku

 

 

Verkini

Skaldsøgur
1930 Lognbrá
1935 Fastatøkur
1940 Feðgar á ferð
1963 Leikum fagurt
1970 Men lívið lær
1972 Tað stóra takið


Stuttsøgusøvn
1936 Fjallaskuggin
1948 Flókatrøll
1966 Purkhús
1971 Búravnurin


Annað
Grái táttur (kvæði, 1938)
Fedranna tala (kantata, 1956)
Endurminningar (1980)


Týðingar

Heðin Brú var eisini íðin týðari. At byrja við týddi hann sjónleikir, eitt nú Hamlet eftir William Shakespeare, sum var framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1964. Niðanfyri er yvirlit yvir flestu av týðingum hansara:

Ævintýr 1, 1959
Ævintýr 2, 1964
Ævintýr 3, 1968
Ævintýr 4, 1970
Ævintýr 5, 1973
Ævintýr 6, 1974
Knut Hamsun: Vælferðin, 1972
Martin A. Hansen: Dupultmyndin, søgusavn, 1973
William Heinesen: Glataðu spælimenninir, 1975
William Heinesen: Móðir sjeystjørna, 1975
Dostojevskij: Tey á Steffansleiti, 1977
Dostojevskij: Karamasovbrøðurnir, bd I - III, 1978
Bronté Emily: Harðvunnar hæddir 1979
Astrid Lindgren: Brøðurnir Leyvuhjarta 1980


Heiðurslønir
1964  Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens
1964  Statens Kunstfond(fyri stuttsøgusavnið "Fjallaskuggin")
1980  Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs(fyri Ævintýr I-VI)
1982  Holberg-virðislønin   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vestur um Atlantshav
Thorvald: - Komið í høllina og stuðlið o…
KÍ eigur 8 av 20 lands­liðsleikarum
Nevndin hjá Norðoya Tjóðveldis­felag er s…
Okkum tørvar allar góðar kreftir
Trump niðurleggur Undirvís­ingar­mála­ráðið
Eitt vet meira av toski
Lands­stýris­maðu­rin: Fiski­vinnan má verða…
- FMA savnar tónleika­umhvørvi í Føroyum
- Vit fáa flogbólt á høgum stigi í kvøld
NSÍ er FM avbjóðari og Víkingur avskriva…
Arbeiðsbólkur ger uppskot til framtíðar…
NSÍ ynskir at spæla Conference League í…
FM finalur: Mjølnir má vinna í annaðkvøl…
Team Klaksvík endaði við javnleiki
Byggivirkið KBH fer at umvæla eldra part…
Skriv frá løgtings- og lands­stýriskvinnu…
Norð­urstrok: Verandi nevnd heldur fram
Úrslitið hjá Smyril Line í 2024
Námsfrøð­ingur til Baldursbrá