Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úrslitið hjá Smyril Line í 2024

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.03.2025 - 15:42 Tíðindaskriv Vinna

2024 hevur verið eitt avgerandi ár fyri Smyril Line við stórum avgerðum og týðandi íløgum, sum tryggja og styrkja framtíðina hjá felagnum. Við miðvísum íløgum og áhaldandi arbeiði hevur Smyril Line lagað seg til broyttu marknaðartreytirnar og styrkt sína støðu innan sjóflutning. Bæði ferða- og farmavirksemið hava sum heild gingið væl.

 

Íløgur í flotan og nýtt høvuðssæti
 

Fyrst í 2024 varð sáttmáli gjørdur við CIMC Raffles skipasmiðjuna í Kina um at byggja tvey nýggj farmaskip, sum eftir ætlan koma í flotan miðskeiðis í 2026. Skipini eru sniðgivin við burðardygd í huga og fara at økja um bæði effektivitet og tænastustøði. Við hesum íløgum raðfestir Smyril Line at tryggja framtíðina og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn.

Í mai 2024 gjørdi Smyril Line sáttmála við Articon um byggingina av nýggja høvuðssætinum, farstøðini og goymsluhúsinum í Tórshavn. Bygningurin, sum verður liðugur í 2026, fer at betra um rakstrarmøguleikarnar og tænastuna til kundarnar.

 

Fíggjarligt úrslit og framtíðarútlit

Hóast høga inflatión, verkføll og fleiri nýggj avgjøld á vinnuna, hevði Smyril Line eitt gott fíggjarligt úrslit í 2024. Ársúrslitið var 127 mió. í avlopi, meðan rakstrarúrslitið var 286 mió. Hetta er enn eitt metár fyri felagið, við einum avlopi, sum liggur 5 mió. omanfyri úrslitið í 2023.

Við verandi gongd og útlitum væntar Smyril Line framgongd innan bæði ferða- og farmageiran í 2025, og úrslitið verður væntandi á sama støði sum í 2024. Henda forsøgn er tó treytað av fleiri óvissum, serliga í mun til brennievnisprísir, inflatión, rentustøði og geopolitisku støðuna. Vit fara framhaldandi at raðfesta skilagóðan rakstur, burðardyggar íløgur og dygdargóða kundatænastu fyri at styrkja felagið í 2025.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Signhild: Mentan snýr seg um menniskju o…
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…