Lýsing
Lýsing

Yvirlýsing frá Heilsuhjálparafelag Føroya

SKRIVAÐ: Heilsuhjálparafelag Føroya  |  23.03.2025 - 19:29 Tíðindaskriv

Nevndin í Heilsuhjálparfelag Føroya fekk fulla undirtøku frá limunum, tá felagið hevði aðalfund á Hotel Føroyum í gjár, leygardagin. Aðalfundurin samtykti somuleiðis, at felagið kann fara í arbeiðssteðg, um samráðingarnar ikki bera á mál. 

 

Aðalfundurin var merktur av støðuni í sáttmálasamráðingunum, har felagið komandi týsdag fer undir nýggja semingsroynd á Hotel Føroyum.

Forkvinnan greiddi limunum sum  vóru møttir á fundinum,  um samráðingarnar og gongdina higartil. M.a. greiddi hon frá stóru avbjóðingunum við, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið krevur skerjing í verkfalsrættinum, í býti fyri at felagið fær ta endurgjald fyri óvanligu høgu inflasjónina, ið onnur feløg fingu endurgjald fyri í 2022. Her var breið semja um, at verkfalsrætturin ikki skal avreiðast.

Sambært grein 10, stk. 3 í viðtøkum felagsins, skal limafundur til, fyri at felagið kann lýsa arbeiðssteðg. Tí legði nevndin fram uppskot um, at nevndin fær heimild at lýsa arbeiðssteðg, um samráðingarnar ikki bera á mál. 

Tað er tí við stórari undirtøku frá limunum, at Heilsuhjálparafelag Føroya fer aftur til samráðingarborðið týsdagin. 

 

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París