Lýsing
Lýsing
Lýsing

DJ Ötzi á Summar Festival

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2025 - 17:53 Mentan Tíðindi

Festligi hittsangarin bjóðar til stóra poppveitslu á Vágsbø

 

 

Eysturríkski sangarin og tónleikaframleiðarin DJ Ötzi verður við á Summar Festivalinum í ár, og lagt verður upp til ordans poppveitslu við kendum sangum, veipandi ørmum og felagssangi.

DJ Ötzi fekk stórt altjóða gjøgnumbrot í 2000 við sanginum "Hey Baby", sum framvegis verður roknaður sum risahitt, og eitt nú er at hoyra til alskyns ítróttartiltøk. DJ Ötzi hevur eisini eina framúr útgávu av sanginum "Sweet Caroline", sum er nógv at hoyra.

Síðani 2000 hevur DJ Ötzi givið nógvan tónleik út og hevur framført til øll hugsandi tiltøk. DJ Ötzi er stór stjørna í týskttalandi londunum, men hann hevur eisini røkt altjóða marknaðin við sangum og framførslum.

Hann hevur gjørt veitslukendar útgávur av sangum sum "Doo Wah Diddy", "Can't Take My Eyes Off Of You", "Summer of 69", og hann hevur givið tónleik út saman við Bellamy Brothers – eitt nú endurinnspælingar av sangum sum "Let Your Love Flow og "I Need More Of You".

DJ Ötzi kemur nú á fyrsta sinni til Føroya at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Hann bæði framleiðir tónleik og syngur, og hann hevur ein vælspælandi bólk við sær til Føroya.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið