Lýsing
Lýsing
Lýsing
Pætur Trónd og Petur Elias Petersen

Parasport Føroyar og Hotel Hafnia / Hotel Brandan gjørt stuðulsavtalu fyri 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.04.2025 - 11:23 Ítrottur Tíðindi

Parasport Føroyar og Hotel Hafnia / Hotel Brandan hava undirskrivað nýggja stuðulsavtalu fyri árið 2025. Við hesi avtalu halda hotellini fram sum ein av høvuðsstuðlunum hjá sersambandinum.

 

Stuðulin frá Hotel Hafnia og Hotel Brandan er við til at tryggja arbeiðið hjá Parasport Føroyar at menna karmar, har øll kunnu íðka ítrótt.

Hetta er ein týdningarmikil liður í visjónini hjá sersambandinum um, at øll kunnu íðka.

“Vit eru sera takksom fyri, at Hotel Hafnia og Hotel Brandan aftur í ár hava valt at stuðla okkara arbeiði,” sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar.

“Tey hava verið ein týðandi stuðul í fleiri ár, og við hesum framhaldandi samstarvi fáa vit betri møguleikar at bjóða einum størri bólki av íðkarum góðar og tryggar karmar at virka í.”

Við støði í sløgorðinum “øll kunnu íðka” arbeiðir Parasport Føroyar fyri, at tað skal vera ein sjálvfylgja, at fólk við serligum tørvi kunnu íðka ítrótt undir hóskandi og virðiligum umstøðum – bæði á breiddar- og úrvalsstigi.

Pætur Trónd, stjóri á Hotel Hafnia, sigur:

“Vit fegnast um at halda fram at stuðla Parasport Føroyum. Samstarvið hevur týdning – bæði fyri okkum sum fyritøku og fyri samfelagið sum heild. Tað er kveikjandi at síggja arbeiðið, ið verður gjørt, og vit eru errin av at stuðla einum slíkum sersambandi.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!