Lýsing
Lýsing
Lýsing

Páskastevna í Kelduni í Skálafirði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.04.2025 - 13:38 Tíðindi

Aftur í ár bjóðar samkoman Keldan í Skálafirði til stóra páskastevnu. Júst í ár eru tað 20 ár síðani páskastevna fyrstu ferð var í verandi samkomubygningi.

 

 

Heitið fyri páskastevnuna í ár er “Ein samkoma, fleiri ættarlið” og endurspeglar hetta heitið júst hvat kemur at fara fram á páskastevnuni. Her verður nakað til øll ættarliðini. Talan verður um 10 ymisk møtir og 6 barnamøtir.

Til hesa stevnu hava vit 5 ymiskar talarar, – teir eru Pauli Høj, Búgvi V. Olsen, Ólavur Jacobsen og Fríði Sigurðsson, sum allir standa í leiðslu í Kelduni, og so verður norðmaðurin Mats-Ola Ishoel eisini við. Mats-Ola hevur verið pastorur í Word of Life Centre í Moskva í Russlandi síðani 1997. Samkoman telur í dag fleiri enn 6.000 limir. Umframt tað, er hann leiðari fyri Churches of Faith Russian Association of Christians of Evangelical Faith – ein felagsskapur við fleiri enn 400 karismatiskum samkomum í Russlandi. Hann og konan fluttu úr Noregi til Russlands í 1996 at tæna russum.

Tað verður eisini høvi at hoyra góðar framførslur til fleiri av møtunum við Lilju Klein Joensen, Lisu Frederiksberg og døtrunum Rakul og Silju, Mariu á Lakjuni Djurhuus, og Randi Ishoel, kona Mats-Ola.

Meiri kunning um páskastevnuna fæst við at fara inn á www.paskir.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett