Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyri okkara skyld eiga vit at styrkja føroysku vinnuna og tryggja framtíðar menning

SKRIVAÐ: Eyðdis Hartmann Niclasen  |  15.04.2025 - 18:00 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Føroyska samfelagið byggir á okkara dugnaskap og á tað, sum vit saman kunnu skapa. Tí er tað avgerandi, at politiskar avgerðir virka fyri - ikki ímóti - føroyskari vinnu.

 

Vit tosa nógv um sjálvbjargni og fíggjarligt haldføri. Gamaní - men tað merkir ikki, at vit bara kunnu venda bakið til umheimin. Tvørturímóti - vilja vit veruliga tryggja fíggjarliga haldførið, so mugu vit tora at brúka teir møguleikarnar, sum vit hava - og samstarva við onnur. Vit eiga at hugsa stórt!

 

Fiskivinnan og útlendskur kapitalur

Ætlanin um at fáa allan útlendskan ognarskap úr fiskivinnuni innan 2032 er ikki haldbær. Tað kann gerast ein forðing fyri bæði nýggjum íløgum og fyri menning.

Vit hava nú eitt mark á 25% fyri útlendskum kapitali ella útlendskum ognarskapi. 

Tað er greitt, at vit hava brúk fyri vøkstri og innovatión - allastaðnis. Tá ið útlendskir íleggjarar kunnu vera við til at skapa betri møguleikar fyri endurnýggan, betri útgerð, størri virði og fleiri arbeiðspláss, eigur spurningurin ikki bara at vera "hvussu lítið kunnu vit loyva", men heldur, hvussu nógv kunnu vit gagnnýta samstarvið við útlendskar íleggjarar.

 

Tvískattaavtalur eru enn ein óbrúktur møguleiki

Eg valdi at stilla upp fyri Sambandsflokkin, tí at flokkurin hevur altíð hevur víst evni og vilja at styrkja vælferðina og skapa møguleikar gjøgnum eitt sterkt og skilagott samstarv í Ríkisfelagsskapinum.

Men tað krevur, at allir teir politisku flokkarnir veruliga stuðla okkara egnu vinnu. 

Við at knýta okkum upp í donsku tvískattaavtalurnar, skapa vit enn fleiri møguleikar fyri vinnuna, sum hevur møguleikar at bjóða seg til uttanlanda. Hetta er ein konkretur møguleiki at skapa betri inntøkur og fleiri samstarvsleiðir, serliga í sambandi við oljuleiting ella í øðrum kapitaltungum verkætlanir. Men her er ongin vilji at síggja til?

Vilja vit hava størri fíggjarligt rásarúm, so mugu vit eisini tora at nýta tær hurðarnar, sum longu standa opnar fyri føroyingum. 

 

Oljan er ein spennandi møguleiki, sum krevur framskygni

Tað er eingin loyna, at heimsins tørvur á olju ikki hvørvur í morgin, og tað veit altjóða orkufelagsskapurin (IEA) eisini. Føroyar hava ein geopolitiskan fyrimun, vit liva í einum friðarligum øki við støðufesti og eru partur av einum tryggum samfelagið í vesturheiminum.

Tað ger okkum áhugaverd fyri oljufeløg, men tað krevur, at vit signalerað greitt, at vit vilja samstarva. Tí løgdu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin fram uppskot um at lækka kolvetnisskattin úr 27% niður í 18% - fyri at gera Føroyar kappingarførar og áhugaverdar.

Vit hava serfrøðiliga føroyska veitingarvinnu til frálandavirksemi.

Tað snýr seg ikki bara um oljuna í sær sjálvum. Tað snýr seg um eina breiða veitaravinnu, sum kann skapa áhugaverd føroysk arbeiðspláss. Tað veri seg viðv. provianti/ matvøruveiting, logistikki, útbúgvingar, verkfrøði, flutningi, viðlíkahaldi og tænastum.

Tann allar størsta ólukkan, sum eg síggi tað, er um vit bara verða passivir eygleiðarar, og at okkara møguleikar hvørva.  

Tað eigur at vera sett fokus á og áhugi fyri hesum 3 vinnumøguleikunum.

Ein vælfungerandi vinna/ fiskivinna við avmarkaðum útlendskum kapitali, ein oljuvinna, sum skapar nógv avleitt virksemi og tvískattavtalur, sum ger, at tað loysir seg fyri føroyska vinnu at bjóða seg fram uttanlanda.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri