Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kanna tingini væl, áðrenn tú tekur avgerð og ver vísur í, hvat tú tekur avgerð um. | Mynd: Dávur Winther

Góðir dagar í Víkunum við Jógvan Páll Lassen

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  16.04.2025 - 16:12 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eldrafelagið, Hugni, hittist hvønn týsdag í Smæruni, har onkur eisini hugleiðir um okkurt ávíst ella sum í hesum føri, har Jógvan Páll Lassen hugleiddi um góðar dagar í Víkunum sum smádrongur og ungling.

Jógvan Páll er føddur 2. okt. 1950 í Víkunum har heim teirra støð dygst við fjøruna. Her var friðarligt og trygt at vakaska upp.

Tað hendi kanska ikki tað stóra og alt lá í føstum karmum við at fara í kirkju sunnudag, møti um kvøldið og so at vitja onkran í familjuni.

Onkuntíð var tað Niels og Karin Lassen ella handilsmannin, Heini Lassin – brøður pápan, Erik Lassen. Eisini Theodor við Keldu úr Lorvík, sum var skyldmaður teirra.

Síðani var tað skúlin, sum skuldi passast, áðrenn man slapp oman í fjøruna at spæla ella har umvegir.

Teir spældu við borðabátar og spældu sum teir vaksnu, at teir fóru til Íslands, ið var við heimara kai, Flemmish Kap, sum var heimanfyri Seglhúsbrúnna og fóru teir longur heim móti Sandinum, so vóru teir við New Foundland. Jú, har var vítt um at fara.

Jógvan Páll Lassen hevði tveir hjartavinir, Jóhannes Brandal og Fróði úr Hvalvik, sum vóru yngri enn hann, men høvdu teir nógv saman.

Teir vóru ”hagafast” og fóru ikki aðrar leiðir, men hildu til í Víkunum – heimurin var Víkarnar.

Ein genta, sum var javngomul við Jógvan Páll og var nærmasti granni omanfyri vegin, var Tove Thomsen, ið hann spældi nógv við og var nógv inni hjá - Har høvdu tey tað gott og trygt.

Eisini spældu børnini har um vegir ”Reka seyð” við hornum.

Tá ið Jógvan Páll fór í skúla, var hann í fyrstani eitt sindur skuffaður av, at verða flokkaður saman við børnunum av Bumshamri, meðan Tove og hini víkabørnini komu í ein annan flokk.

Tá ið Jógvan Páll fór í skúla í 1957, fóru 104 børn í 1. flokk. Í 1950 vóru 31.781 íbúgvar í Føroyum. Av teimum 2.892 í Klaksvík. Í 1960 var fólkatalið í Klaksvík 3.735. Í 1967 búðu 37.122 í Føroyum – av teimum um 4000 í Klaksvík.

So Klaksvík er voksin munandi í skúlatíðini hjá Jógvan Páll, tó at samlaða fólkatalið í Føroyum hevur verið í minking.  

Jógvan Páll minnist politistarnar frá læknastríðnum, sum búðu í grannalangum. Teir plagdu at støkka inn á gólvið hjá teimum – og høvdu teir hundar við. Hetta var serstakt, tí tá vóru ikki so nógvir hundar og henda rúgvan av løgreglufólki var eitt sindur undarligt.

Tá ið 7. flokkur var um at verða liðin, bleiv Jógvan Páll ”vigaður”, um hann mundi vera egnaður til at fara í preliminer-skúla. Jú, helt tann eini lærarin fyri, so fáa vit ein tannlækna afturat. Eldri bróðurin, Fróði, var tá vorðin tannlækni.

Jógvan Páll fór niður at lesa og ætlaði sær til tannlækna, men hann valdi tó heldur at lesa løgfrøði, ið hevur verið hansara lívsverk, m.a. sum verjuadvokatur.

Á aftasta bonki í gjár, meðan Jógvan Páll greiddi frá, sat Alex og lýddi á. Tá kemur Jógvani til hugs, at hann saman við øðrum einaferð hevði sitið eftir hjá Alex.

Sum straff afturvið eftirsitingini skuldu teir skriva við fagurskrift ”Søtur er sjálvgivin biti”, ið Alex hevði skrivað á talvuna.

Jú, teir so gjørdu. Men teir vistu, at um eina løtu, so fór Alex út og eftir tað, so kom hann aftur at kaga í vindeygaholið í hurðini, um alt var í lagi – Og so varð.

Nú var ”friður” og teir kundu gera meira, sum teir vildu. Tá fær tann eini næmingurin - er hann nevndur, er hann kendur - tað hugskotið, at teir skuldu skriva: ”Søtur er sjálvgivin bitið”. Jú, tað semjast teir um, og rætta so tekstin á talvuni eisini.

Tá ið Alex kemur aftur, undrast hann á, at teir høvdu skrivað ”Søtur er sjálvgivin bitið”? Ja, men tað stendur á talvuni, vóru allir næmingarnir sannførdir um. Tá bleiv Alex rættiliga í ørviti. 

Jógvan Páll tók afturí sín sorgleysa ungdóm í Víkunum, sum var eitt trygt og vart stað.

Hann var eisini við til at ger og umvæla part av ”Stoypta vegi” í summarferiunum seint í 60-unum, sum Kanjon tá stóð fyri.

Eisini róði Jógvan Páll onkuntíð út við pápa sínum, ið hevði siglt nógv sum bestimaður. Hann dugdi alt og at skyna á øllum viðurskiftum, eins og hann altíð var fullvísur í sínum avgerðum - hetta av drúgvum royndum á sjónum.

Hesum royndum og at vera saman við pápa sínum, lærdi Jógvan Páll nógv av – Kanna tingini væl, áðrenn tú tekur avgerð og ver vísur í, hvat tú tekur avgerð um.

Ein hugnalig løta í Smæruni við hópin av góðum kaffi og køkum, sum eisini settu glið á eitt gott prát í krókunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað gekk enn einaferð hjá Høgna!
Talv: Systkinabørn vunnu gull og silvur
Flóvin Matras Tummasarson vann FM í 1. b…
Fjølbroytt lands­stevna 2. – 4. mai 2025
Opið bræv til lands­stýriskvinnuna við um…
Myndarøð: Tá Norðlýsið fylti 110
Luitjen pressar!
Hálvfinalur í BÓNUS kappingini
Líðin og Leiti hagafund
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Størsti sigur hjá KÍ á HB síðani 1970
Myndarøð: HB fekk avsmurning í Klaksvík…
KÍ vann stórsigur á HB
Nógv fólk í Svínoy
Forvitnis­lig framsýning á Viðareiði á pá…
Lívið nær Gudi givin útaftur
Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjun…
Upptakt: KÍ-HB
Høgni í knúsandi álopi!
Karla Dánjalsson 95 ár