Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ vann stórsigur á HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.04.2025 - 17:55 Ítrottur Tíðindi

Tað endaði heili 4-0 í gamla klassikaranum í dag.

Í fyrra hálvleiki var KÍ omaná, men tó uttan at skapa nógvar málmøguleikar. Eitt mál kom tó, tá HB-leikari var óheppin at gera sjálvmál eftir, at Jonn Johannessen var farin væl ígjøgnum í vinstru síðu.

Í seinna hálvleiki bleiv stórur munur á liðunum. HB skifti fleiri álopskendar leikarar inn, og tað sá út til at geva KÍ betri pláss at spæla. Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen og Odmar Færø skoraðu allir eftir innlegg og so var 4-0. Tað kundi verið enn fleiri mál, tí stóran part av hálvleikinum var einvegis ferðsla, har KÍ var sannførandi.

KÍ hevur sostatt framvegis fult stigatal og rákið heldur, har KÍ spælir munandi betri móti teimum betru liðunum enn tá botn 5 liðini eru mótstøðulið. Nú stendur FM-stríðið fyribils millum KÍ og NSÍ.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur