Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjuni í Runavík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.04.2025 - 11:53 Tíðindi

Frá skírisdegi til páskadag verður páskastevna í Bylgjuni í Runavík undir heitinum: “Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara.”

 

Stevnan byrjar Skíriskvøld klokkan 20:00 við bønamøti og minnismáltíð Harrans, har Niels Pauli Nónstein kemur at tala.

Høvuðsboðskapurin gjøgnum vikuskiftið er ein áminning og eggjan um at lova HARRANUM og minnast allar vælgerðir Hansara – mitt í lívsins viðurskiftum.

Skráin er fjølbroytt og her er okkurt til øll – bæði børn, ung og vaksin.

Millum talararnar eru Unn og Jógvan Zachariassen, Niels Pauli Nónstein, Petur Hansen, Malan á Dul Nielsen og Karl Gregersen.

Fleiri góðir tónleikarar verða við, og vit fáa framførslur frá Annu Sabina á Torkilsheyggi, Berøakórinum og frá Brandi og Sandru.

Langafríggjadag og leygardag byrja møtini kl. 19:00, og ungdómsmøtini byrja klokkan 21:00. Til ungdómsmøtini tala Niels Pauli Nónstein og Kári á Torkilsheyggi, sum spyr:
“Hvat er kaffi?” – ein hugvekjandi inngangur til eitt djypri evni.

Páskadag klokkan 11:00 verður breyðbróting, og klokkan 16:00 verður familjumøti við søgu og sangi fyri stór og smá.

Stevnan endar páskadag klokkan 18:00, har Unn og Jógvan Zachariassen tala um at líta á Gud – eisini tá orkan ikki røkkur.

Fleiri møtir verða týdd til enskt, og teknmálstulking verður Langafríggjakvøld klokkan 19:00, Páskadag klokkan 16:00 og klokkan 18:00.

Bønarlinjan er opin alt vikuskiftið á tlf. 599994, og høvi verður at vitja bønarrúmið í Bylgjuni meðan møtini eru.

Nærri skrá er at finna á Facebook-vangunum hjá Elim, Berøa og Nebo og undir kjak/discussion í tiltakinum her: https://www.facebook.com/share/1LcPHuXcv8/.

Vit gleða okkum at síggja teg til Páskastevnuna – Lova HARRANUM! – í Bylgjuni í Runavík.

Samkomurnar í Elim, Berøa, Nerija og Nebo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…