Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lívið nær Gudi givin útaftur

SKRIVAÐ: Forlagið Parakletos   |  17.04.2025 - 11:57 Tíðindaskriv

Bókin Lívið nær Gudi verður nú givin útaftur. Hon hevur verið útseld. Bókin kemur út skírishósdag á páskastevnuni í Kelduni í Skálafirði. Hetta er ein víðkað útgáva.

 

Bókin snýr seg um samfelagið við Gud. Hon lýsir týdningin av at liva nær Gudi og fyri Hann. Høvundin lýsir greitt, at menniskjað er skapt at liva í inniligum samfelagi við Gud. Bókin vísir á, at Gud vil hava inniligt samfelag við hvørt menniskja. Hann eggjar okkum at liva Sær nær og fyri Hann.

Málið við bókini er, at hon skal vera við til at leiða menniskju inn í eitt inniligt og ríkt lív saman við Gudi. Høvundin vísir á, at tað besta útgangsstøðið fyri lívi okkara er eitt tætt samfelag við Hann, sum hevur skapt okkum og elskar okkum óavmarkað.

Aftast í hvørjum kapitli eru spurningar, sum snúgva seg um evnini, ið verða viðgjørd. Spurningarnir kunnu brúkast til at kveikja orðaskifti í bólkum, og eru teir eisini væl egnaðir til sjálvgrundan.

Rúni Rasmussen hevur skrivað bókina. Rúni hevur áður skrivað Hvar stendur tað? (2003), Hellenistisk ávirkan í nýggja testamentliga heiminum (2006) og hevur eisini skrivað fleiri greinar um ymisk samfelagsviðurskifti og um kristnu trúnna.

Bókin kom út fyrstu ferð í 2017. Tað er Forlagið Parakletos, sum gevur bókina út. Bókin telur 163 síður.

Bókin kann keypast í bókabúðunum kring landið frá leygardegnum 19. apríl. Bókin kann eisini keypast beinleiðis frá forlagnum. Kunning um bókina og bílegging er at síggja á Facebook Forlagið Parakletos: https://www.facebook.com/forlagidparakletos

 

Forlagið Parakletos 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026
Hágóðskulaksalýsi burtur úr avskurði
Áhugin at velja flokkin er minkaður
Tiltøk í vikuni
Úrslit í Norð­oyggjum
KÍ á breddan í dag
Jóhannes Miðskarð í Altinget: kunnu børn…
Børn sum bera brek ella hava serligan tø…
Veðrið í Streymnesi
Løgmaður: - Ingilín og Uni stilla ikki u…
Okkara umboð til løgtingsvalið
Vinjard Johansen stillar upp fyri Miðflo…
Neyðugt er at seta ferð á grøna orkuskif…
Øðrvísi valgrein: løgtingsval, fólkating…
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Lýsing