Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Steypadramatikkur tá KÍ kom víðari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.04.2025 - 20:09 Ítrottur Tíðindi

KÍ var aftanfyri fram til 93. minutt, men sum fleiri ferðir áður kom Dávid B. Andreasen inn og bjargaði teimum bláu.

Einki mál kom fyrr enn í seinna hálvleiki, tá B36 enn einaferð var vandamikið uppá deyðbóltsstøður. Hesaferð skoraði Pætur Petersen eftir flott samanspæl í frísparksstøðu. 1-0 til B36 og tað var kanska uppiborið, hóast talan var um ein javnan dyst størsta partin av tíðini. KÍ trýsti, men inn vildi bólturin ikki og sjáldan vóru málroyndirnar nær við at geva mál, tí nógvir KÍ-leikarar vóru óneyvir hendan dystin. Fram til tá 93 minuttir vóru spældir. Tá endaði bólturin hjá Dávid B. Andreasen og hann smekkaði bóltin í málið og so fór dysturin í longda leiktíð. Enn eitt 

Í longdu leiktíðini kom einki mál. Í brotssparkskappingini brendi Páll A. Klettskarð beinanvegin og B36 sá út til at fara at vinna. Men so skeyt Símun Sólheim á stongina og seinni bjargaði Sebastian John frá Mattias Hellisdal. Avgerandi brotssparkið skoraði Jóannes K. Danielsen og so var KÍ víðari eftir einum dramatiskan dyst, har KÍ var langt frá at avrika til tað besta, men sum endaði omaná og skal spæla hálvfinalur, sum ikki er gerandisdagur í KÍ, tí bara tvær ferðir síðani 2017 hevur KÍ spælt hálvfinalur.

KÍ trekti AB í hálvfinalunum og er stórfavorittur at koma í finaluna um løgmanssteypið, har Víkingur eisini er stórfavorittur at blíva mótstøðuliðið og so fáa vit eina endurtøku av finalunum frá 2016 og 2022

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann á B36
Norðlýsið 110 ár: Samrøða við Eirikur og…
Norðlýsið 110 ár: Samrøða við Oliver og…
Steypadramatikkur tá KÍ kom víðari
KÍ kvinnur - FC Hoyvík 10-0
Mentan á breddan í Runavíkar kommunu
Veðrið í vikuni
Frans pávi deyður
Upptakt: KÍ-B36
“Kristus er upprisin!” – Ein vón, ið ste…
Góðar páskir!
Páska­heilsan frá Gadus
Risin er hann upp so fagur, orð hans eru…
Páska­heilsan - ESVAGT Froude
Video: Harmonikuundirvísing í Kvøldskúla…
Mjølnir í steypafinaluni eftir 3-1 sigur…
B36 stendur seg søguliga væl í Klaksvík
Mjølnir kvinnur eru í finaluni í Bónuska…
Yvirkæru­nevndin: KÍ er víðari í steypaka…
Mjølnir í eldin í dag