Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Kristus er upprisin!” – Ein vón, ið stendur móti forfylging

SKRIVAÐ: Rói Norðoy, leiðari Open Doors  |  20.04.2025 - 18:36 Lesarabrøv Mentan

Salurin í Kiev var fullur av bivandi arbeiðsfólkum. Ein framstandandi sovjetiskur embætismaður – Nikolai Bukharin, ein av teimum heitastu talsmonnunum fyri kommunismuni – hevði júst lokið eina klokkutímalanga røðu ímóti kristindóminum. Við háði og brennandi orðavali lýsti hann trúnna sum fornleivd, Jesus sum eina mytu og uppreisnina sum eina lygn. Hann hugdi út yvir fjøldina, ið hann hevði vunnið á. „Eru nakrir spurningar?“ spurdi hann háðandi, sannførdur um, at hann hevði sorað alla trúgv.

 

Einløta gekk. Síðani reisti ein eldri maður seg úr salinum og fór upp á pallin. Hann leit yvir landsmenn sínar – andlit merkt av árum við kúgan – og í staðin fyri ein spurning bar hann fram eina heilsan. Við klárari og sterkari rødd rópti hann: „Kristus er upprisin!“

Í einum reistist hundraðtals fólk seg upp á føtur. Úr øllum krókum í salinum kom aftursvarið sum torusláttur: „Ja, Hann er sanniliga upprisin!“ Tann kommunistiski embætismaðurin stóð orðleysur. Øll hansara argument druknaðu í hesum aldargomlu páskaorðum, ið komu úr hjørtunum á fólkinum. Í einum eygnabragdi brotnaði myrkrið. Hin upprisni Kristus – hann, ið stjórnin hevði roynt útruddað – livdi framvegis í hesum sálum, og eingin propaganda kundi køva trúgv teirra.

Henda kenda søga úr Sovjettíðini hevur verið søgd umaftur og umaftur, tí hon vísir á eina æviga sannroynd. Uppreisn Krists er meir enn ein søguligur boðskapur – hon er ein livandi kelda til vón, mótstøðu og samleika fyri trúgvandi, serliga í forfylgingartíðum. Kraftin í uppreisnini „triðja dagin“ avmarkast ikki til tað farna; hon endurtekur seg gjøgnum alla søguna og skínur sterkast á myrkastu støðum. Frá katakombunum í gamla Róm til loyniligu húskirkjurnar í dag hevur rópið „Kristus er upprisin!“ verið ein kraftmikil lovsangur hjá teimum kúgaðu. Tað boðar frá, at einki ríki, eingin diktatorur, eingin fongsulsklivi og eingin bøðil kann vinna á Harranum.

 

Uppreisnarvónin í Norðurkorea

Í Norðurkorea hoyrast ongar kirkjuklokkur kima og eingin heilsan sum „Kristus er upprisin!“ hoyrist í miðlunum. Norðurkorea er ateistiskt, og páskar verða ikki hildnar. At nevna Jesus ella savnast til gudstænastu er bannað.

Undir hesum umstøðunum livdi Hea-Woo. Men vónin um uppreisnina bar hana gjøgnum ófatiliga trupulleikar. Hon var fongslað fyri sína trúgv og misti mann sín av hungri í arbeiðsleguni. Eftir hon megnaði at flýggja til Kina, og fann skjól í einum kristnum herbergi, sá hon eina kirkju fyri fyrstu ferð gjøgnum ein glugga. Ein tráðan byrtist í henni. Hon ynskti at tilbiðja har í frælsi. „Eg bað til Harran: ”Faðir, lat meg tilbiðja Teg har!”“ minnist hon. Fyrst kom einki svar. Dyrnar til kirkjuna vóru stongdar fyri henni – hon var flóttafólk, sum kundi verða send aftur, um hon fór útum. Tað var sum ein langur páskaleygardagur í sál hennara: millum sorg og vón, óvitandi, um páskamorgunin mundi koma.

Eina náttina lá hon einsamøll og hugsaði, um Gud hoyrdi hennara bønir. Knappliga sá hon eitt merkiligt ljós á loftinum – eitt ferhyrnt ljós við talinum „495“. Hon visti ikki heilt hvat talið merkti. Hon reistist. Var tað eitt skriftstað? Ella eini loyniboð? So rann framm fyri hana, at hetta mundi vera ein sálmur. Hon tók fram eina gamlan sálmabók og blaðaði við skelvandi hondum til sálm 495 og læs:

„Har sum Jesus er, har er himmalin…
Hvar enn á fold eg ferðist -
Har sum Jesus er, har er himmalin.“

Hon græt av gleði. „Tá skilti eg, hvat Gud segði mær,“ sigur Hea-Woo. „Mær tørvar ikki ein kirkjubygging at tilbiðja í. Eg kann tilbiðja Hann hvar sum helst.“ Í tí løtu møtti hin upprisni Kristus henni í tí lítla rúminum, í fremmandum landi, og rúmið gjørdist til „himmal á jørð,“ tí nærvera Hansara var har. Hennara ótti hvarv í friðinum.

 

Ein livandi vón

Frá Sovjettíðini í Ukraina til loyniligu kjallararnar í Norðurkorea; frá fangahúsum í Iran til brendu húsini í Nigeria; frá kinesiskum smogum til óteljandi loynilig støð – ljóðar rópið „Kristus er upprisin!“ framvegis. Tað er ein livandi vón, sum einki vald kann sløkkja. Hvørja ferð vit siga „Kristus er upprisin!“ í okkara kirkjum og samkomum, minnist til tey, sum siga hetta við størri váða. Lat okkum sameina okkum við teimum og staðfesta: „Ja, Hann er sanniliga upprisin!“

Tað verður kanska ikki altíð rópt alment, sum í tí salinum í Kiev fyri áratíggjum síðani. Ofta verður tað sagt í stillum, ella sum ein sálmur sungin varisliga á midnátt, ella einfalt í tí staðføstu hjørtunum hjá trúgvandi, ið nokta at geva upp. Men hvussu enn tað verður sagt, er sannleikin um uppreisnina óslítandi friðarbandið, sum bindur saman ta heimsumfatandi kirkjuna hjá teimum forfylgdu. Tað er teirra kelda til vón, teirra orsøk til mótstøðu, og kjarnin í teirra samleika.

Tá ið vit hugsa um hesar frásagnirnar, lat okkum verða førd til eina djypri trúgv og kærleika. Uppreisnin fór fram í einum urtagarði uttan fyri Jerúsalem, men kraft hennara hevur breitt seg gjøgnum tíð og støð, inn í loyniligar kjallarar og fangaklivar, í oyðimarkir og frumskógir, í stórslignar dómkirkjur og smáar smáttur. Hon skapar eitt samfelag av mótstøðukraft: Tá ið ein limur í likaminum líður, líða øll við honum; tá ið ein limur gleðist, gleðast øll við honum. Og í alheims kirkjuni er nógv gleði, hóast allar líðingar – tí sigur Krists er sigur okkara.

Lat okkum sameina hjørtu okkara við teirra og svara „Ja, Hann er sanniliga upprisin!“ í felagsskapi við ta stóra skýggið av vitnum. Lat okkum liva í tilvitskuni um, at hin upprisni Jesus er millum okkum júst nú og gevur okkum kraft at lata ljós Hansara skína.

Tá ið aldargamla heilsanin ljóðar hesar páskirnar og hvønn dag: Kristus er upprisin! Ja, Hann er sanniliga upprisin! – lat okkum tá varðveita ta vónina, ið liggur í henni. Tað er hendan vón, ið hevur borið óteljandi forfylgd trúgvandi gjøgnum søguna og enn heldur teimum uppi í dag. Hon er tann livandi vón, sum einki vald á jørð kann sløkkja. Amen!

Skrivað hevur

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
“Kristus er upprisin!” – Ein vón, ið ste…
Góðar páskir!
Páska­heilsan frá Gadus
Risin er hann upp so fagur, orð hans eru…
Páska­heilsan - ESVAGT Froude
Video: Harmonikuundirvísing í Kvøldskúla…
Mjølnir í steypafinaluni eftir 3-1 sigur…
B36 stendur seg søguliga væl í Klaksvík
Mjølnir kvinnur eru í finaluni í Bónuska…
Yvirkæru­nevndin: KÍ er víðari í steypaka…
Mjølnir í eldin í dag
Páska­heilsan frá Polarhav og Stjørnuni
Ymsar eru lagnirnar
Russ Taff til Føroya
Bindifestivalu­rin 10 ár
Tað gekk enn einaferð hjá Høgna!
Talv: Systkinabørn vunnu gull og silvur
Flóvin Matras Tummasarson vann FM í 1. b…
Fjølbroytt lands­stevna 2. – 4. mai 2025
Opið bræv til lands­stýriskvinnuna við um…