Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smyril til 20 ára klassing, og Galaxy avloysir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.04.2025 - 10:13 Tíðindi

Smyril, sum kom nýggjur til Føroya í 2005, fer 8. september til 20 ára klassing á Fayard skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark. Umframt sjálva klassingina skulu tvær síðurskrúvur setast í aftan, og tríggir av fýra hjálpimotorum skulu skiftast út. Dokkingin varir 8-10 vikur.

 

At finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, meðan hesin er í dokk, hevur aftur víst seg at vera ein serstakliga trupul og nærum ógjørlig uppgáva. Tá ið samanum kom, var ferðafólkaferjan Galaxy, sum eisini avloysti á suðuroyarfarleiðini í 2017, einasta tøka avloysaraskip.

Galaxy er bygd í Pólandi í 1979 og er 127,6 metrar long og 19,4 metrar breið. Ferjan tekur 350 ferðafólk og 140 bilar og hevur heingidekk, sum kunnu takast í nýtslu alt eftir nøgd av farmi. Sigliferðin er 16 sjómíl um tíman. Galaxy fer í dokk fyrst í juni og síðani í summarsigling.

Næsta stórarbeiði umborð á Smyrli er í 2028, tá ið allir fýra høvuðsmotorarnir skulu skiftast út.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni