Lýsing
Lýsing
Lýsing
Remi og Jógvan Hendrik Nicolajsen

Síðstu túrarnir hava verið góðir

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  23.04.2025 - 15:26 Tíðindi Vinna

- Eg haldi tað hevur verið eitt miðal ár hiðartil. Vit hava fingið uppí skipini síðstu fimm túrarnar, so tað er ikki so galið, sigur Remi.

 

Jaspis og Ametyst, sum eru frá 1986, eru tveir av smæstu samtrolarunum á føroyagrunninum. Hóast tað, hava teir roynst væl og hava verið eitt gott íkast til føroyska landshúsarhaldið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði í Klaksvík í gjár, og vitjaði tá eisini umborð á trolararnar. Har fekk hann eitt prát við skiparan á Amatyst, Remi Nicolejsen, og spurdi hvussu hevði gingist við fiskiskapinum?

-Síðsti túrurin var skjótur og góðar. Vit fiskaði 270.000 pund (135 tons) av upsa, í hálvfimta samdøgur. Vit komu inn hósdagin, og fingið tí allar páskirnar heima!

-Tað hevur annars gingið hampuligt í ár, hóast veðrið var sera ólagaligt fyrstu mánaðirnar. Fleiri túrar mistu vit fleiri fiskidagar av illveðrið og tá kemur ikki tað stóra burturúr. Men síðstu tríggir túrarnir hava verið góðir og veðrið hevur verið gott, sigur hann.

-Hvussu hevur upsafiskiskapurin verið í ár í mun til onnur ár?

-Eg haldi tað hevur verið eitt miðal ár hiðartil. Vit hava fingið uppí skipini síðstu fimm túrarnar, so tað er ikki so galið. Nú gera vit klárt at fara avstað aftur, sigur Remi.

Í ár verða tað 25 ár síðani Remi mynstraði fyrstu ferð við Jaspis. Fyrstu árini skifti hann millum skipini, men hevur verið fast við Ametyst nú í mong ár. Beiggin, Jógvan Hendrik, er stýrimaður og ein annar beiggi er kokkur. 7 mans eru við hvørjum skipið.

Trúboðarin las Guds orð og bað bøn til Guds fyri skipum og manningum. Teir fingu eisini kristiligan lesnað og geyma við kristnum sangum.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu