Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við føroyskum fiski til Brasil

SKRIVAÐ: Uni Holm Johannesen  |  13.06.2025 - 17:09 Politikkur Vinna

Loksins kunnu føroysk virki aftur útflyta fiskavørur til Brasil

 

Hetta er ein spennandi og umbiðin vinnumøguleiki hjá føroyskum útflutningsfyritøkum, tí serliga saltfiskamarknaðurin í fólkaríkasta landinum í Suðuramerika er stórur og góður. Har búgva omanfyri 210 milliónir fólk, eftirspurningurin eftir fiskavørum, eisini alilaksi, er stórur, og sum heild er keypsorkan fín.

Norskir, íslendskir og danskir útflytarar hava leingi havt atgongd at útflyta fiskavørur til Brasil, og nú kunnu føroyskir útflytarar umsíðir taka kappingina upp við kappingarneytarnar í øðrum londum á brasilska marknaðinum.

 

Drúgt arbeiði

Brasil er ikki púra fremmandur marknaður fyri føroyskar fiskaútflytarar. Føroyar hava fyrr flutt nógvan klippfisk beinleiðis hagar, upp í 35 túsund tons árliga, men í langa tíð hevur hetta ikki borið til, tí eingin góðkenning hevur verið millum matvørumyndugleikarnar í londunum báðum.

Tann góðkenningin fyriliggur nú og var handað Føroyum fyrrapartin.

Brasilska góðkenningin er eitt dømi um, hvussu drúgt tað kann vera at lata marknaðir upp fyri føroyskum vørum. Heilsufrøðiliga starvsstovan, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Vinnuhúsið og Ráfiskakeyparafelagið hava saman við øðrum í nógv ár virkað fyri at beina hesa handilsforðingina burtur, og tað lukkaðist nú eftir gott og væl tólv ár við miðvísum arbeiði.

 

Mugu hava fjøltáttaða atgongd

Tað er framhaldandi neyðugt at arbeiða fyri at fáa betri og smidligari marknaðaratgongd og beina tollforðingar av vegnum, so okkara útflytarar hava somu møguleikar sum kappingarneytarnir í øðrum londum, og annars hava høvi at selja aðrastaðni, tá einstakir marknaðir eru tvørligir.

Landsstýrið hevur seinastu árini lagt nógva orku í at fáa smidligari handilsatgongd í Evropa, Asia og USA. Herfyri var marknaðaratgongdin í Kina víðkað, so hon eisini fevnir um veiddan fisk, fiskalýsi og fiskamjøl. Føroyar og ES hava undirskrivað semjuskjal, sum skal vera við til at menna handilsviðurskiftini enn meira. Og Export Faroe Islands er so smátt farið at virka, sum skal vera við til at slóða vegin fyri føroyskum fyritøkum á útlendskum marknaðum.

Hendan heilsufrøðiliga góðkenningin millum Føroyar og Brasil fer sum viðurkenning ivaleyst at viðvirka til, at tað tunga arbeiðið verður høgligari.

 

Uni Holm Johannesen

Tingmaður og vinnunevndarumboð fyri Javnaðarflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Lýsing