Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Fríða Jóanisdóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.06.2025 - 22:24 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja millum vestan og sunnan næstan alla vikuna, sum stendur fyri framman. Fyrra partin av vikuni fara eini 2 lágtrýst framvið eystureftir, og tey hava okkurt brúgvalag við regni ella ælaveðri við sær.

Í miðvikuni fer eitt hátrýst at leggja seg yvir Bretland, og tað sum veðurkortini síggja út í kvøld, fer tað at røkkar norður ímóti okkum við góðum veðri – t.e. lítlum vindi og fyri tað mesta turt.

Hitalagið fer at vera støðugt – fer at liggja um 7 stig, tá ið tað er kaldast um náttina, og upp í 11 stig, tá ið tað er heitast seinnapartin. Fram ímóti vikuni fer hitalagið at kvinka seg eitt sindur uppeftir.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lot til frískt lot um sunnan, 3 til 8 m/s, vaksandi upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útsynningi og vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Hitin 7 til 11 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind millum vestan og sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Út á kvøldið og um náttina ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.

Mikudagin:

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 7 til 12 stig.

Hósdagin:

Lítið lot til frískt lot vestan, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Út á dagin ella kvøldið lækkar ættin niður í sunnan, tað dregur á luftina og sum frá líður fer at regna eitt sindur. Hitin 8 til 12 stig.

Fríggjadagin:

Lítið lot til frískt lot av útsynningi, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi