Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fimm av seks flokkum taka ábyrgd!

SKRIVAÐ: Hervør Pálsdóttir, tingkvinna Tjóðveldi  |  16.06.2025 - 13:15 Politikkur Tíðindaskriv

Seinastu tíðina eru flokkarnir í Føroyum vorðnir samdir um, at broytingar mugu gerast við okkara ríkisrættarligu støðu, um vit skulu hava nakran kjans at virka sum eitt land í heiminum. Málið um limaskap í WTO er seinasta dømið um, at vit mugu gera broytingar.

 


Tað, sum alt snýr seg um, er, at Føroyar fáa sjálvsavgerðarrætt, uttanríkispolitiskar heimildir og møguleikan at gerast limir í altjóða felagsskapum, sum vit hava tørv á. Tað er endamálið. Tað eru fimm av seks flokkum samdir um at fara víðari við.


Ætlanin hevur verið at fáa eina breiða semju um hetta – helst eina tjóðarsemju. Men nei! Sambandsflokkurin vil ikki vera við til at taka ábyrgd og gera tær broytingar, ið eru neyðugar, fyri at vit kunnu virka á jøvnum føti við onnur lond. Hann leyp frá, so skjótt høvið var til tað.


Hetta hóast at broytingarnar, ið flokkarnir saman vilja stríðast fyri, fara at geva Føroyum betri møguleikar at gera handilsavtalur og aðrar avtalur, sum fara at gagna Føroyum og føra við sær stórar inntøkumøguleikar.


Hetta hevur Sambandsflokkurin sett seg upp ímóti, tí hann vil snøgt sagt ikki gera broytingar í ríkisrættarligu støðuni, og við sínum ræðslukampanjum roynir hann nú at forða hesum ætlanunum. So kenna vit góða gamla Sambandsflokkin aftur.


Tá ið bert ein av seks flokkum so tíðliga í tilgongdini er farin frá samráðingarborðinum, so má spurningurin setast: Hvør er ábyrgdarleysur? Eru tað teir flokkar, ið ynskja at vinna Føroyum størri møguleikar á altjóða pallinum – ella tann flokkurin, ið leyp frá, áðrenn tilgongdin veruliga var komin í gongd?


Óansæð hvussu víkir og vendir, er “stuntið” hjá Sambandsflokkinum sera harmiligt. Tí Sambandsflokkurin veit, at samráðingarstøðan hjá okkum versnar, um tað er rok innanhýsis í Føroyum.


Heldur enn at arbeiða konstruktivt saman við øllum hinum flokkunum í Løgtinginum, so setir Sambandsflokkurin framtíðar møguleikarnir hjá Føroyum í váða.
Tað má ikki henda! Vit standa við einum søguligum møguleika at vinna Føroyum sjálvsavgerðarrætt og neyðugar uttanríkispolitiskar heimildir. Lat okkum standa saman um tað!

Hervør Pálsdóttir,

næstforkvinna Tjóðveldis

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi