Framtak hevði 21,4 mió kr. í vinningi í 2024
Úrslitið hjá FRAMTAK eftir skatt fyri 2024 var ein vinningur á 21,4 mió kr., sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 23,8%. Hetta er væl omanfyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri. Til samanberingar var vinningurin hjá FRAMTAK í 2023 14,1 mió kr., sum svaraði til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6%.
FRAMTAK hevði við ársenda 2024 partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 19 føroyskar fyritøkur. FRAMTAK gjørdi nýggja íløgu í 1 felag í 2024 og hækkaði kapitalin í 4 feløgum, ið FRAMTAK eigur í, og hevur veitt 3 ábyrgdarlán til feløg, ið FRAMTAK er partaeigari í.
Eginognin í FRAMTAK var 100,7 mió. krónur við ársenda 2024 og fíggjarstøðan javnvigaði við 138,9 mió. Kr.
Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist í 2024.
Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá Framtak tykist vaksandi. Tí væntar leiðslan økt virksemi í 2025, og at 2025 eisini kemur at geva gott avkast, um einki óvæntað hendir í búskapinum. Serligur dentur verður lagdur á íløgumøguleikar í smáar og miðalstórar fyritøkur.
Stjórin í FRAMTAK Ben Arabo sigur:
“VIt eru sera væl nøgd við avkast og úrslit í 2024. Góða avkastið gevur FRAMTAK øktar møguleikar fyri at gera nýggjar íløgur í føroyskt vinnulív.”
Um FRAMTAK.
FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger FRAMTAK íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.
FRAMTAK vil virka sum ígongdsetari og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast.
FRAMTAK kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán
Stjóri í FRAMTAK er Ben Arabo.
Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.