Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum | Mynd: Skíggja

Hæddarpunktini frá tíðindafundinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.06.2025 - 15:06 Politikkur Tíðindi

Í dag hevur verið tíðindafundur við løgmanni, danska statsministaranum og grønlendska landsstýrisformanninum um trygdarpolitikk í altjóða høpi eins og um ríkisfelagsskapin, eftir at ríkisfundur júst hevuer verið. Fundurin varð merktur av, at tað eru sterkir spenningar í bæði Eystrasalti og Arktis, men komið varð eisini inn á modernisering av ríkisfelagsskapinum. Sum heild bendi tíðindafundurin ikki á loysing, men á at ynskiligt er at standa saman í Norðuratlantshavi og halda saman í einum slagi av felagsskapi, sum er opin fyri at verða moderniseraður.

Eftir at hava boðið vælkomin kom løgmaður, Aksel V. Johannesen, inn á, at Føroya Landsstýri hevur havt eitt gott samstarv við stjórnirnar í Grønlandi og Danmark, men at ynski um víðkað sjálvræði nú er vaksið til eina breiða semju. í Føroyum. Føroyar hava bara 5-6 handilsavtalur, segði løgmaður, og ynskja sær munandi fleiri. Hann nevndi eisini limaskap í IOC, altjóða olympisku komitéini, og spentu støðuna á altjóðapallinum. Løgmaður segði, at hann framhaldandi ynskir at vera í felagsskapi við Danmark og vónandi eisini Grønland, og at dialogurin higartil hevur verið positivur.

Danmark hevði fokus á trygdarpolitikkin

Mette Frederiksen, statsministari, legði seg meira eftir altjóða vinklinum og tosaði mest um trygdarpolitikk. Hon segði, at vit skulu halda saman bæði í NATO, Norðurlondum og sjálvandi ríkisfelagsskapin. Hon nevndi, at Danmark vildi gera íløgur í KT og løgfrøðiliga økið í Føroyum, eins og í verjuna í arktiska økinum. Hon viðgjørdi eisini spurningum um støðuna hjá Grønlandi og sipaði til kravið uppá Grønland frá USA, sum hon helt vera heilt órímiligt. Mette Frederiksen bjóðaði seg til at gera fleiri íløgur í infrakervið í Grønlandi.

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, segði, at Grønland stóð í eini heilt serligari uttanríkispolitiskari støðu, og endurtók sama boðskap sum tey bæði undanfarnu, um, at vit eiga at standa saman. Hann takkaði eisini Emanuel Macron fyri sítt átak, har franski forsetin vitjaði Grønland og stuðlaði sínum landi, og nevndi, at er fyri at modernisera ríkisfelagsskapin.

Føroyar skulu framhaldandi vera í felagsskapi við Danmark

Eitt av miðlafólkunum spurdi løgmann og statsministaran, um ætlanin var fyri Føroyar at traðka úr ríkisfelagsskapinum og melda seg inn aftur, eins og ryktini hava sagt, men løgmaður segði, at hann væntaði onki ”løsrivelse”, men at vit framhaldandi skulu hava ein felagsskap við Danmark, men ynsktu fleiri og víðari heimildir. Aksel V. Johannesen endaði við at siga, at Føroyar ynskja framhaldandi at vera í felagsskapi við Danmark. Mette Frederiksen segði, at hon hevði virðing fyri føroyska ynskinum um meira sjálvræði, men vísti til batar innanfyri ríkisfelagsskapin – aðrar plaseringar í Norðurlandaráðnum, Ósemjunevndina í §6 í Heimastýrislógini, eins og at hon var opin fyri, at Føroyar yvirtóku fleiri málsøki.

Løgmaður varð síðani spurdur um, hvat hann gjørdi, um §6-nevndin vendi tumlinum niður til sjálvstøðuga limaskapin hjá Føroyum í WTO. Løgmaður helt tað vera ringt at fyrihalda seg til eina niðurstøðu, sum ikki varð komin enn, men segði, at í øllum førum fáa Føroyar svar uppá, um Grundlógin loyvir Føroyum limaskap, og um svarið verður nei, so ætlar hann at fara í dialog við donsku stjórnina um, hvussu heimildirnar so kunnu fáast til vega.

Mette Frederiksen segði, at ongin av teimum trimum stjórnarleiðarunum á tíðindafundinum var fyri at upploysa ríkisfelagsskapin. Men síðani endurtók hon boðskapin um altjóðapolitisku støðuna, har tað, sum taldi mest fyri hana í løtuni, er at ansa eftir ríkinum mótvegis hóttanum uttanífrá.

Aksel V. Johannesen segði, at vit (Føroyar) vilja ikki standa einsamallar í heiminum, men ynsktu einans størri heimildirnir, og tað skal verða tikið upp við donsku stjórnina. Hann segði, at tað var trupult at broyta Grundlógina, og síðani, at tað eigur at bera til at finna loysnina uttan at broyta hana.

Onkur var ótolin

Eitt av tíðindafólkunum spurdi, nær vit frætta nakað um, hvat gerast skal á ríkisrættarliga økinum – skulu vit bíða heilt til næsta ríkisfund komandi ár? Aksel V. Johannesen segði, at ongin tíðarfreist er ásett, men at tey hava sett sær fyri at fáa eina semju ella niðurstøðu í hesum valskeiðnum, ið vil siga innanfyri teir komandi umleið 18 mánaðirnar – sum harvið merkir, at ein semja møguliga ikki kemur fyrrenn eftir komandi ríkisfund.

Eitt annað tíðindafólk spurdi løgmann um trygdarpolitisku støðuna. Løgmaður segði, at vit kenna okkum hvørki meira ella minni trygg eftir fundin í dag, har verjuovastin luttók, men at støðan sum heild í heiminum tóktist meira ótrygg. Jens-Frederik Nielsen suppleraði við at siga, at vit verða noydd at gera meira, enn hvat verður gjørt í dag, tá ið tað kemur til trygdarpolitiskar installatiónir í Grønlandi, og at fólkið skuldi vera við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringarløta fyri Birgir og Karl Mart…
Søgan um Merle Haggard (3:9)
KÍ skal møta Samuel Chukwudi og hinum í…
Hæddarpunkt­ini frá tíðindafundinum
Framtak hevði 21,4 mió kr. í vinningi í…
Stroyming: Tíðindafundur um ríkis- og sa…
Jón og Palli vitja Norðlýsið
1. a vitjaði Norðlýsið
Her er Haakon Lunov nú høvuðsvenjari
Hesum fýra liðunum kann KÍ møta
Hilda Kjølbro einalærari í Haraldssunds…
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Sissal kemur at framföra á G!
Upptakt: AB-KÍ
Útivika í Hvannasunds kommunu
Tvær Michelin-stjørnur í einum til PAZ
Páll Müller skrivað sáttmála við KÍ
Paz fær tvær Michelin stjørnur
Heimsstjørna úr Katalonia vitjar í Klaks…
Fimm av seks flokkum taka ábyrgd!