KÍ - meir enn eitt felag
Hóskvøldið savnaðust millum 1300 og 1400 norðoyingar í eitt so at siga fullsett stadion við Djúpumýru, har vit upplivdu enn eina góða og savnandi løtu um KÍ.
Tað verður sagt viðhvørt, hvussu umráðandi tað er, at eitt lokaløki hevur nakað at standa saman um og at verða stolt av.
Vit í Norðoyggjum telja umleið 6500 fólk pluss teir ikki so fáu norðoyingar, sum eru búsitandi aðrastaðni. Sostatt eru vit, sum dagliga búleikast her, ein góður tíggjundapartur av samlaða fólkatalinum í landinum.
Tí er tað natúrligt, at vit ikki kunnu vera best á øllum mótum, men so sanniliga kunnu vit vera best á útvaldum økjum, ið vit raðfesta og standa saman um.
Eitt av hesum savnandi økjum er ítróttin, har vit eiga fleiri ymisk ítróttafeløg, ið ríka og savna okkum. Í hesum summardøgum sæst hetta ikki minst innan kappróður – tjóðarítrótt okkara.
Ítróttaliga flaggskipið í Norðoyggjum er KÍ, sum í løtuni má metast at vera tað bláa landsliðið í Føroyum. Tað er her, teir bestu fótbóltsleikararnir savnast, tað er her, at umstøðurnar eru tær bestu, tað er so sanniliga eisini her, at úrslitini eru tey bestu, og – ikki at gloyma – tað er her, teir flestu áskoðararnir eru at finna.
Upplivingin við Djúpumýru hóskvøldið var enn ein staðfesting av øllum hesum, har KÍ, framman fyri 1300-1400 stuðlandi norðoyingum, sigraði á tí í løtuni formsterkasta liðnum í Finnlandi.
Har fingu vit tveir heilar tímar við spenningi, stríðsvilja, samanhaldi, stoltleika og at enda eisini sigri – ein samlaður felags innsatsur – bæði innan- og uttan fyri vøllin – sum veruliga gevur okkum norðoyingum ein stoltleika at standa saman um.
Tað var í 2015, at Mikkjal Thomassen hevði sítt fyrsta kappingarár hjá KÍ sum høvuðsvenjari, og síðan tá hava vit flutt fjøll, einki minni enn tað. Mikkjal er farin víðari á nýggjar vígvøllir at royna síni evni, og tíbetur heldur bláa KÍ-bylgjan fram at bróta og sigra.
Vit hava fingið ein nýggjan venjara í ár, Magnus Powell, sum vísir seg at megna væl uppgávuna. Og ikki at gloyma, hava vit aftan fyri hann eitt sterkt og fjølbroytt toymi av fólki í felagsskapinum KÍ, sum ger, at alt hetta letur seg gera.
Lokalsamfelag okkara er í eini kapping við aðrar landspartar, sum eins og vit vilja vinna og mennast sum øki. Henda kapping er ikki minst sjónlig innan ítrótt, og hon er hørð, tí kappingarneytarnir í Havn, Runavík, Gøtu og aðrastaðni eru fullgreiðir um, at KÍ er «the team to beat».
Tí er so umráðandi, at KÍ fær fulla uppbakking frá øllum norðoyingum og viðhaldsfólkum annars, tí fyri okkum her í lokalsamfelagnum er KÍ ikki bara eitt fótbóltsfelag – tað er eisini ímyndin av tí kapping og menning, ið vit sum lokalsamfelag støðugt standa í.
KOYR Á KÍ !!