Vakur myndakalendari 2026
Nú er vakri føroyski myndakalendarin 2026 komin við teimum nógvu upplýsingiunum
Ein mynd er til hvønn mánað. Myndirnar svara til árstíðirnar og eru kring alt landið.
Til hvørja mánaðarmynd, umframt tvær eykamyndir, er ein tilvísing til ein túr víst á einum korti.
Tekstirnir eru bæði á føroyskum og enskum.
Kostnaðurin bert kr. 98,-
Kalendarin kostar tað sama sum síðstu árini, kr. 98,- og fæst til keyps í øllum bókabúðunum kring landið. Kalendarin er helst bíligasti myndakalendarin, sum verður útgivin í Føroyum.
Finleif Mortensen og Sjúrður Poulsen standa fyri útgávuni. Finleif hevur tikið allar myndirnar.
Myndakalendarin ger gagn alt árið og er lættur at hava við sær hjá útlendingum ella útisetum, sum fara avstað aftur eftir summarferiuna. Ella eitt gott hugskot at geva sum gávu til tey ein fær á vitjan.
Hetta er 10. árið, at myndakalendarin kemur út. Eins og undanfarin ár, fer allur ágóðin til Leguhúsið í Nesvík.