Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjørg Nolsøe tók yvir Sp/f Sjóklæðir eftir pápa sín Holgar Poulsen | Mynd: Jóhann Lützen

Sjóklæðir í nýggjum hølum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2025 - 11:24 Myndarøð Tíðindi Vinna

Bjørg Nolsøe er stjóri í fyritøkuni Sp/f Sjóklæðir, og Norðlýsið hevur gjørt samrøðuna við hana um, hvussu fyritøkan byrjaði, fyrstu tíðina í fyritøkuni, nær og hvussu hon tók yvir sum stjóri og fram til dagin í dag. Tað hevur verið ein stak áhugaverd ferð frá oljuklæðum yvir hobobuksur, úlpur og aftur til oljuklæði á ymiskum staðsetingum í Klaksvík og við bæði skiftandi og støðugum starvsfólkum. 

 

(Grein úr blað nr. 8)

 

– ”Foreldrini hjá mær stovnaðu fyritøkuna í 1963 og høvdu fyritøkuna fram til umleið aldaskiftið, og tá tók eg við sum stjóri. Eg minnist frá teimum fyrstu árunum, at foreldrini hjá mær arbeiddu øgiliga nógv. Tað vardi langt út á kvøldini, serliga í fyrstuni. Har vóru nakrar barnasjúkur, tá fyritøkan var nýggj, og nakrar ferðir mátti byrjast av nýggjum. Fyritøkan var rundan um okkum øll; nógv arbeiði gekk fyri seg í stovuni hjá okkum”, sigur Bjørg, ið er fødd Poulsen til eftirnavn. Hon heldur fram:

– ”Vit byrjaðu á Selheyggi, men vóru bara nøkur fá ár har, tí tað gjørdist skjótt ov lítið. Fyrst bygdu vit út í kjallaranum og fluttu fyritøkuna oman, men rættiliga skjótt gjørdist kjallarin eisini ov lítið. So varð ein annar bygningur bygdur á Brekku 31, ið vit fluttu inn í í 1970’unum. Tá vóru eini 20 fólk í starvi, men eg havi ikki verið í starvi alla tíðina. Eg havi havt annað arbeiði, eitt nú á Com-Data í 6 ár, og síðani í Rósuni hjá Elkin og Margee í nøkur ár, áðrenn eg vendi aftur til familjufyritøkuna”, sigur hon.

 

Sjóklæðir fleiri ferðir flutt í størri høli

Um staðsetingar veit Bjørg at siga, at: – ”Fyritøkan Sjóklæðir vaks øgiliga skjótt. Nógv fólk komu á gátt, og tá tað var mest at gera, vóru heili 40 fólk í starvi, og vit høvdu aftur plásstrot. Vit máttu byggja eina helvt uppí afturat, og áðrenn tað hendi, sótu fólk ymsastaðni runt í Klaksvík og seymaðu, summi við hús, og so varð tað samlað saman her. Fyritøkan hevur hildið til á ymiskum adressum í Klaksvík. Størsta partin av tíðini hevur hon verið á Brekku, men tá ið keðiligu tíðirnar seinast í 1980’unum komu, fóru vit úr tí bygninginum og niðan í ein annan, ið lá omanfyri, t.v.s. á Mylnugøtu, og har var væl minni pláss. Foreldrini hjá mær búðu í ovastu hæddini, og so var fyritøkan í kjallaranum”, sigur hon, og heldur fram:

– ”Tá vóru vit komin niður á 7-8 fólk, og vit góvust við kitlum, úlpum og øðrum, tí vit høvdu so nógv mótaklæði eisini. Tað einasta, sum vit hava framleitt út í eitt síðani 1963, eru oljuklæðini. Fyri umleið 6 árum síðani tosaðu vit um, um vit skuldu gevast við fyritøkuni, men í staðin fluttu vit maskinurnar oman í Kovan, og tá tær vórðu komnar upp at standa, so koyrdi tað bara. Men so varð bygningurin seldur, og vit vistu eina tíð ikki, hvar vit skuldu fara – inntil vit funnu hetta hølið á Faktorsvegi 6 í Klaksvík, ið er har, sum Roykivirkið var. Vit eru júst farin at flyta inn her, og vit eru ikki liðug við innflytingina enn”, sigur Bjørg Nolsøe.

– ”Her er gott at vera. Vit eru nær við alt, og her er ótrúliga nógv virksemi rundan um okkum. Her Úti í Klaksvík er ein partur av býnum, sum eg ikki reiðiliga havi kent”, leggur hon afturat.

 

Oljuklæði, HoPo-buksur og úlpur

Spurd um, hvørji pløgg fyritøkan er kend fyri, er stjórin skjótur at svara: – ”Tá tosað verður um sjóklæðir, so tosa vit fyrst og fremst um oljuklæðir, bæði jakkan og buksurnar. Vit hava eisini í 1970’unum havt eina hjáfyritøku, ið nevndist Hopo, ið serliga gjørdi cowboybuksur, men eisini fløyalsbuksur og knæbuksur. Vit fylgdu við í øllum, sum rørdi seg, og ferðaðust m.a. til messur tvær ferðir um árið at fylgja við í marknaðinum og fyri at bíleggja tilfar at framleiða úr. Tað var ein sera stuttlig tíð, men eisini ein strævin tíð”, minnist Bjørg Nolsøe, stjóri í Sjóklæðum, og hon minnist eisini, hvussu populérar buksurnar, og ikki minst úlpurnar, vóru:

– ”Tað vóru langt frá bara klaksvíkingar, men kring allar Føroyar, at fólk gingu í Hopo-buksum. Vit selja framvegis um allar Føroyar. Vit hava eisini framleitt so nógvar úlpur, at hvør føroyingur væl kann eiga eina úlpu, hóast eg ikki havi sjálvt talið av framleiddum úlpum í høvdinum, men tá tað kemur til úlpur, vóru vit ikki einsamøll á marknaðinum, skal leggjast afturat. Okkara vóru tær myrkagrønu við skinni og elastikki í rygginum”, greiðir Bjørg frá, og leggur afturat:

– ”Áðrenn tær úlpurnar høvdu vit eina aðra, sum var meira bein, hevði lynlás í hettuni og endurskin aftanfyri. Tað varð úlpan, byrjað varð við. Í dag fokusera vit mest upp á oljuklæðini. Tað kemst av, at vit eru so fáar, at vit í roynd og veru hava nóg mikið at gera við bert at gera oljuklæði. Vit royna inn ímillum at gera nakar kitlar, eins og at gera tiltiknu bjálvatroyggjuna aftur, tí hon hevur verið nógv eftirspurd, men tíðin hevur heilt einfalt ikki verið til tað”, sigur stjórin í Sjóklæðum. 

Tað er tí alt annað enn av tilvild, at logo’ið hjá Sjóklæðum hevur verið eyðkendi maðurin í oljudansi. Fritjof Joensen (1920-1988) hevur gjørt hann, og Edward Fuglø hevur hampað hann, tá slit og skamfílingar hava sæst.

 

Støðug góð góðska øll árini

Oljuklæðini hava verið av somu góðu góðsku øll árini. Bjørg fortelur, at tey hava havt sama veitara øll árini – nakað sum kann prógvast við eini faktura frá 1964 – og krøvini eru vorðin nógv strangari. At sami veitari hevur verið alla tíðina ber boð um, at góðskan hevur verið í lagi frá byrjan. Og góðskan má og skal vera í lagi í dag, tí tey, sum arbeiða í oljuklæðum, fáast javnan við matvøruframleiðslu. Har eru strong krøv til matvøruframleiðslu. Støðugleikin sæst eisini í starvsfólkahópinum:

– ”Onkur hevur verið við heilt leingi. Malan Isaksen hevur verið í nógv ár. Hon arbeiddi í Sjóklæðum í 25 ár, royndi okkurt annað starv, og kom so aftur. Tvær aðrar eru júst farnar úr starvi, har onnur hevur verið her í 40 ár og hin í meira enn 40 ár, og Sigrun Vágstún var her í nógv ár, áðrenn hon fór niður at lesa, og nú hon so komin aftur í starv”, sigur Bjørg, men leggur so afturat, at arbeiðsplássið eisini vendir sær til tey ungu:

– ”Ein nýggj kvinna, Julia, er júst komin í starv, og tykist longu hava fingið gott handalag. Tað hevur gingið heilt væl higartil. Men mannfólk hava vit onki í starvi í fyritøkuni í løtuni. Tað hevur tað tó verið fyrr. Útlendska arbeiðsmegi hava vit enn ikki hugsað um, men tá tað kemur til tey, so eru ávísar treytir, t.d. um 8-tíma arbeiðsdag og innivist, og vit hava ikki reiðiliga sett okkum inn í tey viðurskiftini enn”, sigur hon.

Til stuttleikar kann leggjast afturat, at beiggi Bjørg er KÍ-legendan Beinir Poulsen, og eina tíð vóru mangir KÍ’arar og Stjørnuleikarar í starvsfólkahópinum, veit hon at siga, eitt nú nógvir kvinnuligir hondbóltsleikarar. Tá í tíðini vóru tey flestu ungu í onkrum ítrótti, og tað merktist, at tá útidystir vóru, so manglaðu fleiri starvsfólk í Sjóklæðum, sigur Bjørg at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Keyp fisk á netinum
Kallsgarður: Vit vera við Neystið í morg…
- Handverk gevur ró, gleði og evni til…
- Vinmenni­nir spældu hund
Mótmælisskriv: Aldursmismunur í Klaksvík…
- Ein íløga í okkara framtíð, fyri næmin…
Myndarøð: Búmerki hjá Rótini
Hjartaliga til lukku við nýggja Húsarhal…
Í morgin kann KÍ vinna FM nr. 22 í søgu…
Myndarøð: Kunningarfundur um leiguíbúðir…
Navnið er "Rótin"
Veðrið um vikuskiftið – ein avbjóðing
Andru Poulsen vitjar Norðlýsið
Næstan allir føroyingar taka telefon­ina…
Havnar bio og KVF gera nýtt samstarv um…
Mótmælisskriv viðv. reglugerð um fráfari…
Sjóklæðir í nýggjum hølum
Rúsan og Posta undir sama tak
Húsarhalds­skúlin fær nýtt navn í dag
Kroppurin sansar og goymir