Sanktiónirnar móti Russlandi byggja ikki á fakta
Í drúgvari grein kritiserar Ole K. Fostad Noreg fyri at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi við støði í ”innbilte ugjerninger”, sum hann orðar tað, og fyri at fylgja ókritiskt aftaná ES. Hann hevur gjøgnumgingið tilfarið handan sanktiónirnar og er komin fram til nógv undarlig viðurskifti. Eitt nú var ein av grundgevingunum, at Melkart-5 er undir illgruna fyri at hava skatt ein kaðal í Norðsjónum, hóast kaðalbrotið hendi eina heilt aðrastaðni í verðini
Millum annað vísir Ole K. Fostad á, at ein av ákærunum ljóðar, at Melkart-5 skal hava navigerað á ein sera óvanligan máta nær við ein undirvatnskaðal í norska partinum av Norðsjónum, og hava farið yvir um kaðalin fleiri ferðir, inntil kaðalin var álvarsliga skaddur.
Trupulleikin við tí argumentinum er bæði, at onki brot er staðfest á undirvatnskaðalar í norska partinum av Norðsjónum. Hinvegin var Melkart-5 í nánd, tá ið fipurkaðalin til Svalbard varð skaddur, men tað var sera langt frá Norðsjónum, har ES segði brotið vera hent. Og harnæst, at løgreglan hevur kannað brotið á kaðalin til Svalbard og fann onki prógv um nakað ólógligt virksemi har.
Við øðrum orðum sigur ES eitt kaðalbrot í Grønlandshavinum vestan fyri Svalbard at vera hent Norðsjónum, hóast tað er risastórur avstandur ímillum. Tað er ”en feil som høylytt roper inkompetanse.”, sigur Fostad.
Absurdar ákærur
Greinin kemur eisini inn á, at AIS-data vísa, at Melkart-5 hevur ikki verið einsamalt har, skipið hevur verið, men hevur verið saman við umleið 70 øðrum fiskiskipum. Tað merkir, at skipið hevur verið har, sum fiskur er at fáa; annars høvdu hini skipini ikki eisini verið har. Og tann kritiski infrastruktururin, sum er har, er grivin so mikið langt niður í havbotnin, júst tí at tað ikki skal bera til fyri trolarar at skaða hann, hvørki viljað ella óviljað.
Víst hevur verið á, at tað kortini ber til at skaða kaðalarnar við at lora ein tungan lemm niður á teir, men flestu nútímans kaðalar eru armeraðir ella so langt niðurgrivnir, at tað heldur ikki hevði gjørt stórvegis skaða á teir.
Tað er ein absurdur tanki, at nakar í russisku fregnartænastuni skal hava tilrættalagt sabotasju á tann hátt, at eitt fiskiskip við tendraðum AIS-sendara skal hava saboterað ein kaðal, sum var grivin 2 metrar niður í Isfjord-rennuna, við at toga ein trollemm yvir hann, verður sagt í greinini.
Mugu vera fyrireikað at royna málið í rættinum
Her í Føroyum hava vit hoyrt, at annað av reiðaríunum, sum føroyska Landsstýrið ynskir at seta tiltøk í verk ímóti, hevur biðið Uttanlandsnevndina um loyvi at føra síni sjónarmið fram har. Formaðurin gav eitt heldur lunkað svar uppá tað. Men Noreg kann nú verða noytt at hoyra, hvat reiðaríið hevur at siga.
Fyri at tryggja borgarar og fyritøkur ímóti tilvildarligum sanktiónum hava tey, sum sanktiónirnar raka, rætt til at kæra avgerðina. Ein skrivlig og grundgivin klaga kann sendast til uttanríkisráðið, í Noregi Utenriksdepartementet. Har er kravt, at hugt verður eftir kæruni og próvførsluni. Avvísir uttanríkisráðið kæruna, kann hon kærast víðari til stjórnina og haðani til rættarskipanina.
Tekur Løgtingið undir við ynskinum hjá Landsstýrinum um at svartlista russisku reiðaríini, má Løgtingið helst eisini vera fyrireikað uppá eitt rættarmál, og fyri at vinna eina tílíka sak mugu prógvini vera í lagi. Tað má prógvast, at reiðaríini veruliga hava gjørt tað, tey eru ákærd fyri. Fostad væntar, at tað ikki verður torført fyri Murman Seafood at fáa viðhald í ynskinum um at verða tikið av aftur svartalista, um fyritøkan velur at fara í rættin við norsku avgerðini.
Norska greinin fer munandi longur í dýpdina og kann lesast her: https://skyggekrigen.no/artikler/spiontraleren/